14.02.2011 · Umhvørvismálaráðið

Føroyar og elframleiðsla í framtíðini

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, skipaði fríggjadagin 11. februar, fyri einum fundi, har uppskot til eina ætlan fyri elveitingarøkið varð løgd fram.

Umframt landsstýrisfólkini í ávíkavist vinnumálum og innlendismálum, Johan Dahl og Annika Olsen, vóru kommunur, SEV, Røkt, Fjarhitafelagið, Jarðfeingi og Elveitingareftirlitið umboðaði á fundinum.

Á fundinum legði Jarðfeingi fram eitt uppskot til eina ætlan, sum skal røkka málunum í veðurlagspolitikkinum fyri framleiðslu av el úr varandi orkukeldum. Ítøkiliga varð lagt fram, hvat kann gerast innan nærmastu framtíð og hvørjar loysnir eru hugsandi í framtíðini. T.d. vísti Jarðfeingi á ítøkjuligar møguleikar at framleiða el úr vindi í vindmylluparkum til útflutning við kápul til Europa.Jarðfeingi metti, at hetta avgjørt eigur at verða kannað nærri.

Samanumtikið var lagt fram, at niðanfyristandandi loysnir eru viðkomandi:

Loysnir, sum kunnu setast í verk í nærmastu framtíð (1-5 ár)

  • Vindorka beinleiðis á netið
  • Vind/vatn pumpuskipanir
  • Vind/battarí skipanir
  • Kjarnorka

Loysnir, sum kunnu setast í verk longur inn í framtíðini (5-10 ár)

  • Sjóvarfalsorka
  • Kaðalsamband
  • Vatnorka

Breið semja var um, at tað er alneyðugt, at vit í Føroyum standa saman um risa avbjóðingina at flyta elframleiðsluna frá olju til at verða framleidda úr varandi orkukeldum. Tey, sum møttu á fundinum, vóru samd um, at fundurin var sera jaligur og ynski var frá øllum at fáa gott og ábyrgdarfult samstarv.

Niðurstøðan frá fundinum var, at ein arbeiðsbólkur verður settur har allir partar eru umboðaðir.

Nærri fæst at vita við at ringja á tel 30 66 00.