21.11.2013 · Umhvørvismálaráðið

Føroyar og Danmark endurnýggja samstarvið um loftferðsluna

Við nýggju samstarvsnevndini hjá Vinnumálaráðnum og danska Flutningsmálaráðnum fáa báðir partar eitt nýtt amboð til at betra samstarvið um loftferðslumál, har ið felags avbjóðingar verða loystar væl, og vandin fyri misskiljingum verður avmarkaður, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og danski flutningsmálaráðharrin, Pia Olsen Dyhr, hava undirskrivað avtalu um eina føroyska-danska samstarvsnevnd, har ið samstarvast skal um loftferðslu.

Endamálið við samstarvsnevndini er m.a. at styrkja hitt áhaldandi praktiska og strategiska samstarvið um loftferðslu á føroyskum øki.

- Samstarvsnevndin er eitt nýtt amboð til at betra samstarvið og harvið eisini avmarka vandan fyri misskiljingum. Nógv rørir seg innan europeiska loftferðslu, og Vinnumálaráðið vil vera upp á forkant við menningini á økinum, eisini tá tað snýr seg um nýggjar europeiskar reglur, krøv og avbjóðingar, ið Føroyar og Danmark loysa í felag, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.

Málið er eisini at varðveita og menna samskifti og kunning um loftferðsluøkið, herundir reglur og myndugleikauppgávur. Arbeiðið hjá nevndini skal koma myndugleikunum, operatørum og øðrum aktørum innan loftferðsluna til góðar.

- Góðskan í lóggávu og málsviðgerð innan loftferðslu skal framhaldandi vera á einum høgum stigi, og týdningarmest av øllum er flogtrygdin. Tí skulu føroyskir og danskir myndugleikar samstarva væl og smidliga í nýggju nevndini, sigur landsstýrismaðurin.

Samstarvsnevndin verður mannað við føroyskum og donskum embætisfólkum, og ásett er, at Vága Floghavn skal hava eitt fast umboð í nevndini.

Nevndin hevur fastar árligar fundir, har ið nevndarlimirnir hittast, annaðhvørt ár í Føroyum og í Danmark. Video-fundir verða eftir tørvi.

Nýggi samstarvssáttmálin, ið landsstýrismaðurin og flutningsmálaráðharrin hava undirskrivað, er til taks á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum: www.vmr.fo