Føroyar limur í altjóða felagsskapinum World Association of Investment Promotion Agencies
Útlendskir íleggjarar skapa búskaparligan vøkstur, og tí gera lond nógv burturúr at draga útlendskar íleggjarar til sín - at gera íløgur í júst teirra landi.
Útlendskir íleggjarar skapa búskaparligan vøkstur, og tí gera lond nógv burturúr at draga útlendskar íleggjarar til sín - at gera íløgur í júst teirra landi.
Talið á altjóða íleggjarum er nógv vaksið seinastu árini orsakað av altjóðagerðini. Tað sama er kappingin um útlendskar íleggjarar. Serliga er kappingin hørð, tá talan er um at draga íleggjarar til vitanartungar vinnur.
Sum partur í føroyska arbeiðinum at marknaðarføra Føroyar sum íløguland, hava Føroyar fingið limaskap í altjóða felagsskapinum WAIPA. WAIPA er ein altjóða felagsskapur fyri lond og felagsskapir, sum arbeiða við at draga útlendskar íleggjarar til sín. Endamálið hjá WAIPA er fyrst og fremst samstarv og vitanarbýti. Í WAIPA eru 228 limir úr 156 londum.
Johan Dahl landsstýrismaður í vinnumálum sigur:
“Eg fegnist um, at Føroyar eru vorðnar limur í altjóða felagsskapinum WAIPA. Samstarvið við WAIPA skal fáa gongd á arbeiðið at marknaðarføra Føroyar sum íløguland. Í felagsskapinum eru nógvar smátjóðir limir. Fleiri av hesum smátjóðum hava klárað seg væl, tá talan er um at draga íleggjarar til sín, og júst frá hesum smátjóðum kunnu vit læra, hvussu vit í Føroyum fáa sum mest burturúr, nú vit fara í holt við at bjóða okkum fram”.