Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2019 eru 3 milliónir settar av til nýtt sendistovuvirksemi í Fjareystri.
Samhandilin millum Føroyar og serliga Kina er vaksin nógv. Eisini Japan, Suðurkorea og Vietnam eru týðandi marknaðir fyri Føroyar, og har eru stórir møguleikar fyri vøkstri.
Ein sendistova í Fjareystri ger tað møguligt hjá Føroyum at fáa fótin enn fastari í mest fólkaríka partinum í heiminum – bæði á politiskum og vinnuligum stigi.
“Vit hava brúkt nógva orku at styrkja viðurskiftini millum Føroyar og Fjareystur seinastu árini. Eg meti, at tíðin nú er búgvin, at ein sendistova verður sett á stovn sum liður í tí arbeiðinum. Hon er neyðug, so vit hava fólk á staðnum, sum hevur djúptøkið innlit í føroysk viðurskifti, sum kennir føroyskan vinnustruktur og sum støðugt kann umboða okkum mótvegis myndugleikunum hjá okkara samhandilslondum,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
“Vit samskifta við myndugleikarnar í Kina, Japan og Suðurkorea um at økja búskaparliga samstarvi og fáa í lag fríhandil. Ein sendistova fer vónandi at skunda undir ta tilgongdina.”
Endalig avgerð er ikki tikin um, hvar sendistovan verður, men ætlanin er, at hon skal røkja føroysk áhugamál í fleiri londum í fjareystri. Fyrireikingararbeiðið fer nú í gongd, og væntandi letur sendistovan upp, tá nakað er liðið út á árið næsta ár.
Føroyar hava sendistovur í Brússel, London, Keypmannahavn, Moskva og Reykjavík.