Føroyar hava tørv á og rætt til ein sjálvstøðugari uttanríkispolitikk
Herfyri harmaðist Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í donskum og føroyskum miðlum, at danska grundlógin ikki loyvir einum sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki. Í tí er einki nýtt. Sjónarmiðið nýtir ríkisvaldið ofta. Men at ríkisvaldið endurtekur hetta uppáhald ferð eftir ferð ger tað hvørki løgfrøðiliga haldført ella søguliga rætt. Eg eri ósamdur við forsætisráðharran, men fyri at leggja lunnar undir eitt munagott orðaskifti, taki eg táttin upp eftir hansara fortreytum.
Við uttanríkispolitisku lógini hava Føroyar avmarkað rættindi at gera altjóðarættarligar avtalur. Men lógin hevur frá fyrsta degi verið ein spennitroyggja, sum forðar fyri, at vit fáa útint okkara uttanríkispolitisku ætlan eftir egnum tørvi. Vit eru tí á einum uttanríkispolitiskum vegamóti við fleiri avbjóðingum.
- Við uttanríkispolitisku lógini kom sonevnda DFG-skipanin. Skipanin fløkir Danmark, Føroyar og Grønland saman og noyðir Føroyar og Grønland at stíga fram á altjóða pallin saman.
- Sostatt kunnu Føroyar ikki sjálvstøðugt røkja og fremja síni fiskiveiðuáhugamál í økisfelagsskapum í Norðuratlantshavi. Sum kunnigt hava Føroyar og Grønland ikki altíð somu áhugamál – ofta eru okkara áhugamál beint øvugt av grønlendskum.
- At Føroyar ikki eru limir í ES, ber harafturat í sær, at Føroyar og Danmark viðhvørt hava mótstríðandi áhugamál.
- Uttanríkispolitiska lógin letur upp fyri, at Føroyar fáa limaskap í ávísum altjóða felagsskapum og gerast sjálvstøðugur partur av altjóða avtalum. Men lógin forðar kortini fyri, at Føroyar sjálvstøðugt sleppa uppí avtalur og felagsskapir, har Danmark longu er.
- Tí sleppa vit til dømis ikki uppí EBS-samstarvið ella heimshandilsfelagsskapin WTO.
Lógin hevur ikki tænt sínum endamáli, tí danskir myndugleikar hava tulkað hana óbrúkiliga strangt í mun til okkara vónir.
Á teimum avmarkaðu økjum, uttanríkispolitiska lógin heimilar okkum sjálvræði, er tað ikki undir okkara egna navni, men undir margháttliga heitinum Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne.
Tí ber heilt einfalt ikki til hjá okkum sjálvstøðugt at røkja og fremja føroysk áhugamál í altjóða samfelagnum.
Á jøvnum føti mugu danskir og føroyskir myndugleikar tí fara undir eitt munagott orðaskifti um okkara uttanríkispolitisku avbjóðingar. Men fyri at tryggja eitt framskygt orðaskifti, má danska stjórnin sleppa síni avmarkaðandiog politisku grundlógartulking. Serliga tá danska stjórnin tvíheldur um, at grundlógin ikki loyvir einum sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki, tí ríkisins vegna virkar kongur í millumtjóðaviðurskiftum.
Grein 19 í donsku grundlógini heimilar kongi, seinni tulkað sum stjórnin, at virka ríkisins vegna í millumtjóðaviðurskiftum. Danska stjórnin heldur tí fast um, at grundlógin eftir øllum at døma ikki loyvir einum parti av ríkinum sjálvstøðugt at virka egna vegna.
Henda fyriskipan er kortini eingin forðing fyri, at Føroyar sum partur av ríkinum kunnu virka í egnum uttanríkispolitiskum viðurskiftum. Danska stjórnin fær uttanríkispolitisku heimildirnar, tí hon er betur skikkað enn Fólkatingið at reka uttanríkispolitikk. Grein 19 í grundlógini snýr seg sostatt einans um valdsbýtið ímillum stjórn og lóggávuvald í Danmark, ikki um sambandið ímillum donsku stjórnina og stjórnirnar í Føroyum ella Grønlandi.
At ríkisvaldið nýtir grundlógina at tekna eina óvikiliga sannleikslinju fyri, hvat Føroyar kunnu og ikki kunnu samsvarar heldur ikki við danskan grundlógarsið. Tí danska grundlógin er tulkað og víðkað við tí fyri eyga at laga hana til, so hvørt tíðir broytast og samfelagið mennist.
Tí hevur grundlógartulkingin hjá donsku stjórnini viðvíkjandi føroyskum uttanríkisheimildum einki søguligt grundarlag.
Ein sjálvstøðugari føroyskur uttanríkispolitikkur er tískil ikki bara ein spurningur um løgfrøði, men sanniliga eisini ein spurningur um politikk. Søgan um donsku grundlógina er í stóran mun søgan um eina pragmatiska politiska skipan, ið hevur verið so mikið at sær komin, at formalitetir ikki eru slopnir at forða fyri gagnligum loysnum og røttum broytingum.
Innanfyri grundlógarinnar føstu karmar sigraði parlamentarisman í 1901, og kongur misti sína ávirkan á politisku skipanina. Ikki fyrr enn 50 ár seinni varð parlamentariska meginreglan feld inn í grundlógina.
Grundlógin hevur eisini hýst gagnligum loysnum í mun til politiskar broytingar í Føroyum. Við heimastýrislógini fingu Føroyar egið lóggávuvald. Fyri heimastýrislógina tvíhildu ríkisvald og ríkislærd um, at eitt føroyskt lóggávuvald als ikki bar til, tí grundlógin einans loyvdi einum lóggávuvaldi í ríkinum – Fólkatinginum.
Eftir 1948 tvíhelt ríkisvaldið um, at heimastýrislógin gav Føroyum so víðar heimildir sum grundlógin yvirhøvur loyvir. Men rembingarnar um aldamótið 2000 elvdu enn einaferð til broytingar í málsøkjabýtinum ímillum Føroyar og Danmark, tá yvirtøkulógin í 2005 varð samtykt.
Grundlógin hevur verið karmur um stór fólkaræðilig og politisk framstig. Tí er tað ein andsøgn, at danska stjórnin nú nýtir hana at seta garð fyri fólkaræðiliga orðaskiftinum um møguleikarnar fyri einum meira sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki. Ríkisvaldið á Slotshólmi í Keypmannahavn nýtir grundlógina sum skálkaskjól, hvørja ferð ósemja er við føroyskar myndugleikar um málsøkjabýti.
Í grundlógarsøguni eru bæði søgulig fordømi og løgfrøðiligt grundarlag fyri, at tíðarhóskandi loysnir verða funnar – eisini í føroyskum viðurskiftum. At Føroyar fáa størri uttanríkispolitiskar heimildir er tí meira ein spurningur um politikk enn um løgfrøði.
Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, harmaðist í tíðargrein 23. mai um, at grundlógin forðar føroyska ynskinum at reka egnan uttanríkispolitikk.
Men við grundlógini í hondini kann danska stjórnin gera sítt til, at føroyskar uttanríkisheimildir verða víðkaðar. Tað vil danska stjórnin bara ikki.
At brúka grundlógina í einum politiskum spæli, sum køvir fólkaræðiliga orðaskiftið, haldi eg vera bæði ósømiligt og harmiligt. Eg fegnist kortini um, at forsætisráðharrin sigur dyrnar standa opnar og ynskir at samstarva. Tí vit eiga at fara undir eitt opið og reiðiligt orðaskifti, seta hvørjum øðrum teir góðu spurningarnar og virða ymiskleikar hvør hjá øðrum. Fortreytin er, sum í øllum týðandi samráðingum, at vit hittast við opnum sinni sum javnbjóðis partar. Um annar parturin longu frammanundan sigur, hvat úrslitið skal verða, er eingin grund til at fara undir nakað orðaskifti.
Tá danska stjórnin velur javnbjóðis samstarv framum einoygt treiskni, kunnu vit fara undir eitt framskygt orðaskifti um okkara uttanríkispolitisku heimildir.
Tíðargrein eftir Poul Michelsen, landsstýrismann, prentað í Sosialinum, Jyllandsposten og Sermitsiaq 12. og 13. juni 2017.