Sáttmálaískoytið til Barnarættindasáttmálan hjá ST, um at basa barnasølu, barnaskøkjulevnaði og barnapornografi, er nú sett í gildi fyri Føroyar.
Løgtingið samtykti í 2013, at Føroyar skuldu vera fevndar av ískoytinum. Umveldisfyrivarni fyri Føroyar eru nú tikið burtur og Føroyar eru sostatt fevndar av sáttmálaískoytinum.
Sáttmálaískoytið áleggur sáttmálapørtunum at samtykkja, styrkja, fremja og breiða út lóggávu, fyrisitingarligar mannagongdir, sosialpolitikk og sosial tiltøk, ið hava til endamáls at basa barnasølu, barnaprostitutión og barnapornografi.
Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur staðið fyri formligu mannagongdunum í samband við, at sáttmálin nú er galdandi fyri Føroyar. Almannamálaráðið og onnur aðalráð fara tryggja at sáttmálin verður framdur í verki.