16.06.2017 · Umhvørvismálaráðið

Føroyar, ES og Arktis – vitan slóðar fyri samstarvi

Føroyar, ES og Arktis – vitan slóðar fyri samstarvi

Londini í Útnorði hava serlig evni at skapa nýhugsan og menning á talgilda økinum. Fjarstøða er tí ikki longur ein forðing hjá okkum at taka lut í og ganga á odda í vinnulívi, gransking og menning. Royndirnar hjá fólki í Arktis kunnu vera íblástur hjá  øðrum, bæði í ES og kring allan heimin.

Tað var boðskapurin, Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, bar fram á ráðharraráðstevnu um Arktis, ið ES saman við Finnland skipaði fyri í Oulu hesa vikuna.

Ráðstevnan tók støði í ES politikkinum um Arktis. Í sambandi við arktiska politikkin, hevur ES Nevndin kallað áhugapartar í evropeiska partinum av Arktis saman í eitt forum fyri at fáa teirra íkast til, hvar og hvussu ES best kann gera  íløgur og  brúka sínar samstarvs- og stuðulsskipanir, til tess at tryggja eina burðardygga  menning í Arktis. ES hevur eisini bjóðað Føroyum við í hetta forum.

Poul Michelsen sigur, at tað hevur týdning at Føroyar taka virkan lut í slíkum samstarvi við ES um Arktis. Tað gevur Føroyum møguleikan at vísa á ítøkilig øki, har ið samstarvið við ES kann styrkjast í framtíðini.

Undir ráðstevnuni nýtti landsstýrismaðurin eisini høvið at skifta orð bæði við hásendiharran hjá ES í uttanríkis- og trygdarmálum, Federica  Mogherini og  ES nevndarlimin í fiskivinnu-,sjóvinnu og umhvørvismálum, Karmenu Vella.

“At taka lut á tiltøkum á hægsta stigi gevur góðan møguleika at skapa persónlig sambond við politisku leiðsluna í ES kervinum og hervið eisini styrkja um okkara sínámillum samskifti. Umframt at tryggja, at ES hugsar um Føroyar sum eitt land í Arktis, er málið eisini at rudda slóð fyri komandi samráðingum um eitt breiðari samstarv við ES,” sigur Poul Michelsen.

Til ber at lesa framløguna hjá Poul Michelsen, landstýrismanni, her (á enskum).

Karmenu Vella, ES Nevndarlimur í umhvørvimálum og Poul Michelsen, landsstýrismaður

Karmenu Vella, ES nevndarlimur í fiskivinnu-, sjóvinnu- og umhvørvismálum og Poul Michelsen, landsstýrismaður.