Í dag fer føroyskur tónleikafestivalur í Russlandi, ið nevnist “Føroyar eru tættari, enn tú heldur”, av bakkastokki. Tilsamans er talan um 9 tónleikarar, ið spæla við ávikavist Kristian Blak & Yggdrasil, Marius Ziska og Súsannu Herálvsdóttir. 11 ymiskar konsertir verða í 5 ymiskum býum.
Tað er Sendistova Føroya í Russlandi, ið hevur samskipað tónleikafestivalin, ið vónandi fer at viðvirka til, at Føroyar verða meira kendar millum manna í Russlandi.
Norðurlandahúsið, Mentanargrunnur Landsins og føroyski mentanarpeningurin hjá Koda hava stuðlað tónleikafestivalinum.
Skráin er henda:
21. oktober, kl. 19.00 Surgut – Kristian Blak & Yggdrasil (Surgut Philharmonic)
http://www.sfil.ru/afisha/detail.php?ID=3397
22. oktober, kl. 19.00 Surgut – Marius Ziska, Súsanna Herálvsdóttir (Surgut Philharmonic)
http://www.sfil.ru/afisha/detail.php?ID=3398
25. oktober, kl. 19.00 Yekaterinburg - Kristian Blak & Yggdrasil (Jazz club EverJazz)
26. oktober, kl. 20.00 Yekaterinburg - Súsanna Herálvsdóttir, Allan Tausen (Jazz club EverJazz)
27. oktober, kl. 20.00 Yekaterinburg - Marius Ziska (Jazz club EverJazz)
28. oktober, kl. 20.00 Perm - Kristian Blak & Yggdrasil (Folk art house "Guberniya")
29. oktober, 20.00 Perm – Marius Ziska, Súsanna Herálvsdóttir, Allan Tausen (Folk art house "Guberniya")
http://permdnt.ru/solutions/farerskie-ostrova-blizhe-chem-ty-dumaesh
30. oktober, 20.00 Moscow - Kristian Blak & Yggdrasil (Arkhipovsky music hall)
31. oktober, 20.00 Moscow - Marius Ziska, Súsanna Herálvsdóttir, Allan Tausen (Alexey Kozlov Jazz Club)
1. november, 20.00 St. Petersburg - Kristian Blak & Yggdrasil (Erarta Museum and Galleries of Contemporary Art)
2. november, 20.00 St. Petersburg - Marius Ziska, Súsanna Herálvsdóttir, Allan Tausen (Erarta Museum and Galleries of Contemporary Art)