02.09.2009 · Umhvørvismálaráðið

Føroyanevndin vitjar Vinnumálaráðið

Føroyanevndin hjá Fólkatinginum, sum er í Føroyum í hesum døgum, hevur verið og vitjað landsstýrismannin í Vinnumálum.

Landsstýrismaðurin, Johan Dahl, kunnaði um yvirskipaða arbeiðið sum verður gjørt í Vinnumálaráðnum og hvørja ávirkan heimskreppan hevur haft á føroyskt vinnulív.

 
Sum partur av vitjanini varð Føroyanevndin kunnað um íverksetaraøkið, Føroyar sum íløguland og Føroya Altjóða Skipaskráseting.
 
Á íversetaraøkinum varð tosað um arbeiðið, sum verður gjørt í Íverksetarahúsinum í Klaksvík. Umframt at veita ráðgeving til íverksetarar, er Íverksetarahúsið eisini farið undir eitt átak, har farið verður miðvíst út til fólka- og miðnámsskúlanæmingar fyri at varpa ljós á, hvat skal til fyri at gerast íverkseti. Føroyanevndin helt hetta vera áhugavert og viðmerkti, at tað eru einans 10 ár síðan, at arbeiðið í Danmark við at broyta hugburð til íverksetan rættiliga fór í gongd.
 
Føroyanevndin varð eisini kunnað um strategiska arbeiðið við Føroyum sum íløguland og hvørjar ætlanir Vinnumálaráðið hevur næstu árini. Sum partur av arbeiðinum verður heimasíðan Invest.fo liðug seinast í september og verður hon eitt av amboðunum í marknaðarføringini av Føroyum sum íløguland. Harumframt varð tosað um FAS, sum við miðvísum marknaðarføringsarbeiði hevur fingið eina sera góða byrjan. Higartil í ár eru 5 skrásett og væntast kunnu fleiri.
 
Við á ferðini eru Britta Schall Holberg (Venstre), Flemming Damgaard Larsen (Venstre), Per Ørum Jørgensen (Konservativt Folkeparti), Mogens Jensen (Socialdemokratiet), Poul Andersen (Socialdemokratiet), Lene Hansen (Socialdemokratiet), Niels Sindal (Socialdemokratiet), Henrik Brodersen (Dansk Folkeparti), Kristen Touborg (SF) og Anne Baastrup (SF). Harumframt føroysku fólkatingslimirnir Høgni Hoydal (Tjóðveldi) og Edmund Joensen (Sambandsflokkurin), ið er formaður í Føroyanevndini.