Á aðalfundinum í dag varð samtykt at lata landinum 35 mió. kr. í vinningsbýti.
Úrslitið eftir skatt var 48,4 mió. í mum til 50,9% árið fyri. Úrslitið er m.a. ávirkað av at Føroya Tele hevur selt 56,3% av ognarlutinum í Formula, og er hesin minkaður úr 77,9% niður í 34% av felagnum.
Føroya Tele legði í 2018 stóra orku í at útbyggja fartelefonnetið, so tað røkkur at kalla alla staðni í Føroyum, og langt út á hav. Stóra menningin á netsíðuni er nú at byggja út fipur kring alt landið, so at Føroyar framhaldandi kunnu hava eitt tað besta og skjótasta internetið í heiminum. Tað kann kanska tykjast brasið, at Føroyar skulu seta sær fyri at verða best í heiminum innan telesamskifti, men Føroya Tele hevur víst at tað ber til, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Í nevndini fyri P/F Telefonverkið sita: Ómar Svavarsson, Gloria Kalsø, Johnni Poulsen og Ninna Herdis Danielsen, ið eru vald av landsstýrinum, og Ólavur Simonsen, Levi Nybo og Finnbjørn Simonsen, sum eru starvsfólkavaldir nevndarlimir.
Nevndin hevur skipað seg við Ómari Svavarssyni sum formanni og Gloriu Kalsø sum næstforkvinnu.