Føroyar fara at fylgja teimum leiðbeiningum og flogbannum, sum eru galdandi á loftferðsluøkinum í Danmark.
Danska stjórnin hevur fyribils steðgað allari flogferðslu til og úr teimum reyðu vandaøkjunum fyri at avmarka og útseta coronasmittuna. Tað vil siga, at næstu 14 dagarnar sleppa flogfør úr Norðuritalia, skíøkinum Ischl í Eysturríki, Hubei-landslutinum í Kina, Iran, og býinum Dawgu og Gyeongbuk-landslutinum í Suðurkorea ikki at seta seg í Danmark.
Føroyar hava einki beinleiðis loftsamband við hesi øki, so flogbannið ávirkar í fyrstu atløgu ikki flogferðsluna til og úr Vágum.
Men Umhvørvis- og vinnumálaráðið skal gera skal vart við, at um so er, at donsku tiltøkini verða tillagað ella herd ein av komandi døgunum og fara at fevna um øki og býir, sum Føroyar hava beinleiðis loftsamband við, verður flogbannið eisini galdandi fyri flogferðsluna til og úr Føroyum.