Seinnapartin vóru umleið 50 útlendskir sendiharrar til móttøku í Keypamannahavn í sambandi við, at tað í hesum døgum eru 100 ár síðan Merkið fyrstu ferð veittraði. Móttøkuna, sum sendistovan hevði fyriskipað og Poul Michelsen, landsstýrismaður var vertur fyri, var umboð á Westward Ho, ið liggur á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.
Umborð fingu útlendsku gestirnir føroyskar brellbitar og Húsakórið í Keypmannahavn framførdi sangir og kvæði. Eisini takkaði íslendski sendiharrin í Keypmannahavn, Benedikt Jónsson, umboðandi allar fremmandu sendiharrarnar fyri innbjóðingina at hátíðarhalda Merkið. Benedikt Jónsson verður í næstum íslendskur sendimaður í Føroyum.
Í røðu síni, sum kann lesast her, greiddi landsstýrismaðurin frá flaggsøguni, og legði dent á, at skip sum Westward Ho og hini træskipini í Flaggflotanum vóru við til at leggja lunnar undir tær framkomnu Føroyar, sum vit kenna í dag.
”Tær framkomnu Føroyar hava tørv á áhaldandi at skapa sambond og støðugt virka fyri øktari samvinnu við heimsins lond, eins og vit gera við hetta høvið umborð á Westward Ho. Vit vísa okkara flagg millum hini, og okkara virksemi úti í heimi leggur lunnar undir framhaldandi menning í Føroyum,” segði Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Fleiri av sendiharrunum vitjaðu í Føroyum fyri tveimum vikum síðan.