Sendistovurnar í London og í Reykjavík skipaðu um dagarnar fyri flaggdagshaldum.
Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingar- og granskingarmálum, varð boðin til London at halda flaggrøðu. Umleið 100 fólk møttu til hátíðarhaldið – teirra millum føroyingar, sum búgva í London, føroyavinir í Bretlandi, fólk í m.a. oljuídnaðinum, mótaheiminum umframt tjóðartingslimir.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnu- og í mentamálum, helt flaggrøðuna í Reykjavík, har bæði íslendingar og føroyingar, vinnulívsfólk og politikarar vóru møttir. Evi Tausen og Marner av Lofti spældu nøkur løg og eisini var føroyskur dansur á skránni.