Flaggdagsrøðan, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, helt í Fámjin
Góðu áhoyrarar.
Tað er mær ein gleði at standa her í heimbygd míni í dag, 25. apríl og halda flaggdagsrøðuna 2009 og takki Fámjins Bydgarráð fyri áheitanina og álitið.
Fyrstu ferð hetta vakra merkið veittraði á stong í Føroyum var tann 22. juni 1919 í Fámjin, tá ungi fámjiningurin, sum hevði teknað flaggið , - studenturin Jens Olivur Lisberg, læt tað veittra júst her í Fámjin,Vesturi á Fløtti, úr heimi sínum.
Eisini vísti Jens Olivur tá flaggið fram í Vági og á Tvøroyri.
Jens Olivuri sjálvum eydnaðist bert hesa einu ferðina at síggja flaggið í húnarhátt á føroyskari jørð, tí han andaðist einans 23 ára gamal av sponsku sjúku í Danmark í 1920.
Hóast sítt stutta lívsskeið, so gjørdist Jens Olivur ódeyðiligur í søgu okkara, og er tað eisini eitt talandi dømi um, at tað ikki altíð eru árini sum avgera avrikini hjá okkum menniskjum.
Seinastu ferð hetta fyrsta føroyska flaggið varð vundið á stong, var í Fámjin, tá Bróður Jens Olivurs, Dánjal Johan Lisberg í 1952 fór til gravar.
Síðani tá hevur hetta flagg prýtt veggin í kirkjuni í Fámjin.
Aðrir sum vóru við til at leggja til rættis, hvussu flaggið skuldu síggja út, vóru Pauli Dahl og Janus Øssurson.
Litirnir reytt, blátt og hvítt, sum mynda okkara vakra flagg, eru okkara stoltleiki og ímynda okkara tjóðarsamleika, okkara ætt og uppruna - gera okkum til lív og eina sál, - til føroyingar.
Tað førir okkum saman í øllum lívsins viðurskiftum í gaman sum í álvara, í gleði sum í sorg.
Tað er eingin politiskur flokkur, ið ikki viðurkennir Føroyar sum eina tjóð, og Merkið sum flagg okkara, og tað er tí, at høgur sum lágur, óansæð politiskan lit, kann fegnast um krossmerkið, ið ber prógv um tann mentanarliga familjuskap, sum vit allir føroyingar eiga lut í.
Krossurin er eisini tekin um tað grundstøðið, sum vit byggja okkara tilveru og mentan á, og eisini eitt tekin um, at Føroyar eru við í norðurlendska felagsskapinum, einum fyrimyndarligum parti av heiminum, sum milliónir av heimsins íbúgvum misunna okkum.
Merkið verður reist á stong í gleði á hátíðardøgum, boðandi frá, at vit frøðast saman við og heiðra teimum, sum hava merkisdagar, føðingardagar, brúdleyp og aðrar minnisdagar.
Ì sorgartíð og tungum løtum, verður Merkið drigið á hálva stong, boðandi frá, at okur vísa samkenslu og syrgja vit teimum, sum hava mist ein av sínum kæru.
Undir hesum flaggi gleðast okur og undir hesum flaggi verða okur borin til hvíldar, tá okra tímaglas er runnið.
Krossurin í Merkinum boðar eisini frá, at vit eru ein kristin tjóð, - eitt kristið fólk.
Úti og heima veittrar Merkið í húnarhátt, á føroyskum skipum, eins og tað umboðar okkara ítróttarfólk, tá tey eru burturi í kappingum, - boðandi frá, at vit eru føroyingar, serstøk tjóð, - og tá sigrar verða vunnir, veittrar tað stolt, fyri vinnandi ítróttarfólki okkara, - sum so virðiliga og væl umboða okkara vøkru oyggjar og gera tær kendar kring um í heiminum.
Av hesum løtum var tað eisini tá okkara songstjørna Linda (Andrews) Andreasen, sum hevur røtur úr Fámjin, sang seg til oddasessin i sendingini X Factor, og tá Pál Joensen bleiv Evropeiskur Juniormeistari í svimjing á 1500 m og nú aftur norðurlendskur meistari, - slíkar løtur eru rørandi og ógloymandi fyri allar føroyingar, tær siga meir enn túsund orð.
Eisini tað, at skip sum Logos Hope, sum júst í hesum døgum er í Føroyum og sum er skrásett í Føroyum, við Merkinum í húnarhátt kring heimin og setur Føroyar í gott ljós allastaðni kring í heiminum, har skipið kemur, við sínum andaliga boðskapi, og við síni missión um vitan, hjálp og vón fyri tey mongu hjálparleysu og sjúku kring allan heim.
Tað er neyvan nakar av okkum, sum ikki fær eina serliga kenslu, sum rørir hjartarøturnar, tá vit síggja flagg okkara veittra millum onnur heimsins fløgg og vil eg siga, - at serstakliga tá ein er burturi heimanífrá og sær Merkið á stong, tá rørast kenslurnar innan í einum.
Við flagginum fylgir eisini ábyrgd – ábyrgd fyri landi og fólki, fyri ungum sum eldri, fyri veikum sum sterkum.
Tí tað eru nevniliga vit, sum livað og virkað í hesum samfelagi í dag, ið hava ábyrgd at gera okkara besta til æru og gagns fyri land og fólk og harvið eisini Merkið.
Tað minnir okum um, at okur aldrin mugu gevast at stríðast fyri áhaldandi at menna og betra land okkara,- gera livikor og møguleikarnar at búleikast her so góðar sum gjørligt, gera land okkara og bygdir og býir til góð støð at liva í,- ja eina fyrimynd fyri onnur lond.
Til øll tykkum ungu, sum hava lívið framman fyri tykum, vil eg siga - havið áræði, ágrýtni og vilja til at koma fram í øllum tí, sum tit hava við at gera, - gerið tykkara allar besta í øllum viðurskiftum tykkara, - tað verið seg í í dagligdegnum millum vinir og familju, - í lesnaði, sum arbeiðslívi, so verða tit til æru fyri familjur tykkara og landið. Verið góð umboð har sum tit koma kring heimin og óansæð hvar tit enda í hesum heimi, sum liggur opin fyri tykkum øllum við alskyns møguleikum, so gloymið ongantíð tykkara røtur,- verið stolt av at vera tann, tit eru, verið góð við Føroyar, við tykkara heimbygd, tykkara oyggj, við tykkara nærmastu, vinir og kenningar
og gloymið ongantið at Merkið - føroyska flaggið, stendur fyri og boðar frá okra tjóðarsamleika - at okur eru føroyingar, serstøk tjóð.
Eg vil enda við broti úr vøkru yrkingini hjá skyldmanninum Gunnari Dahl Olsen, sum hann yrkti á vári í 1920:
Reytt sum blóð og fannahvítt
Og blátt sum havsins bylgja
Verð heilsa Føroya Flaggið frítt,
Sum føroyingum skal fylgja
Frá vøggu og til svørtu grøv
Yvir lond og yvir høv
Føðiland, Guð signi teg
Og merkið, sum tú eigur,
Lukku land, tær ynski eg
Og merkið tínum heiður
So leingir sólin kyndar brand
Verjast skal mítt flagg og land.
Takk fyri at tit lýddu á.