Røða, sum Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna við vinnumálum helt á flaggdagshaldi í Kvívík
Góðu kvívíkingar, góða samkoma!
Tað er hugnaligt at verða boðin at halda flaggdagsrøðu her norðuri, ið eg bæði havi ættarbond og vinabond, og enntá havi búð eitt stutt skifti í 90’unum.
Kvívíkin, ið liggur her sum ein fjálg kulla við litríkum húsum, væl ballað millum brøtt fjøll, við Egilsfjalli sum verndara og vágafjøllunum, Skælingsfjalli og Sornfelli so errin á varðhaldi. Hetta er av sonnum góður karmur um hátíðarhald fyri flaggi okkara Merkinum.
Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.
Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,
syngur tjóðin tær glaðasta song.
Tá eg hoyri hesar reglur úr stolta flaggsangi okkara, ið Hans Andrias Djurhuus yrkti, ja so minnist eg aftur á dagarnar sum KFUK-skóti, tá vit gingu skrúðgongu undir Merkinum. Tá vit við virðing heilsaðu flagginum, og tá eg fyrstu ferð lærdi um flaggið og skilti ta tign, ið bundin er at fremsta tjóðarmerki okkara.
Ikki hugsaðu vit óvitar tá um tað drúgva stríð, ið lá handan viðurkenningina av flagginum. Vit tóku tað sum givið, at flaggið var tjóðarmerkið okkara alra - og soleiðis mundi tað helst altíð hava verið.
Um enn nær ella fjart
ert tú sál míni kært,
sum tú fedrunum vart;
tí tú glógvar so bjart
sum tú sóleyga bart
gjøgnum náttmyrkrið svart,
blátt sum loftið, sum brimbrotið skært.
Ja, víst er flaggið hjarta mínum kært. Sum tað var møðrum og fedrum okkara. Men vit skulu jú ikki so langt aftur í tíðina, tá hendan tjóðin ikki hevði eitt flagg, ið kundi úttrykkja okkara samleika, og ímynda okkara tjóðarsál. Aftur í eina tíð, tá fedrum og møðrum okkara ikki var loyvt at vinda okkara egna flagg á stong.
Søgan um flaggið
Næsta ár verða tað 90 ár síðani flaggið varð teknað. Men tað skuldu ganga mong ár, áðrenn tjóðarflagg okkara varð viðurkent. Tað hendi, sum kunnugt, tá Týskland hersetti Danmark.
25. apríl í 1940 komu boðini frá bretska hersetingarvaldinum um, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyskum flaggi, og var hetta fyrsta veruliga viðurkenningin av flagginum.
Sjey ár seinni - 25. apríl 1947 - varð hesin dagur útnevndur til almennan flaggdag.
Nú er 25. apríl vorðin ein dagur, tá skúlar og mong arbeiðspláss halda frí, og ivist eg ikki í, at allir føroyingar í dag – uttan mun til politiskan lit – fegnast um, at vit í dag hava høvi at savnast um tjóðarsymbolið yvir øllum tjóðarsymbolum – Merkinum.
Tíbetur kunnu vit – børn og vaksin - av hjarta syngja:
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt,
tað ber kvøðu frá landi mínum fagurt og frítt;
og eg kenni meg orna gjøgnum mønu og merg,
Ja, so satt er tað, at Merkið nemur stórar kenslur í bringu okkara. Merkið er ein inngrógvin partur av samleika okkara. Hvør kvinna, hvør maður, hvør føroyingur úti og heima fegnast í dag. Og hátíðarhaldini eru ikki bert í Kvívík, Runavík, heima á Sandi, á Tvøroyri – ja kring alt landið. Flaggdagurin verður eisini hildin í Reykjavík í dag. Hann verður hildin í Keypmannahavn, í London og munnu ikki føroyingar í New York, París, Milano ella Bejing hátíðarhalda flaggið í dag – um ikki annað so inni í hjartanum. Føroyingar kring allan heim, ið ímynda sær hetta:
síggi brim randa strendur og berg,
hoyri vetrarins brot
boða summarsins lot,
hoyri heystmyrka lag,
boða várljósan dag.
Út í heim
Flaggstríðið var og er ein týdningarmikil partur av søgu okkara. Søgan um flaggið hevur nógv at siga okkum, at læra okkum. Í dag kundi tíbetur eingin ímyndað sær ikki at sloppið at kent tað ómetaligu felags gleði, tá Merkið verður vundið á stong og tjóðsangurin ljómar, tá eitt av okkara dugnaligu ítróttarfólkum ella ítróttarliðum trína á sigurspallin – eitt nú til oyggjaleikirnar ella aðrar ítróttarkappingar.
Og hvør kennir ikki hjartastreingirnar spenna í fagrar tónar, tá ein sær Merkið veittra millum onnur fløgg úti í heimi. Eins og vónbrotið er stórt, tá einki føroyskt flagg er at hóma millum hini – soleiðis sum støðan jú eisini mangan er.
Góða samkoma. Fyri eina tjóð sum okkara, hevur Merkið ómetaliga stóran týdning. Hóast vit á hvørjum ári kunnu fegnast um og hátíðarhalda flaggdagin, so er flaggstríðið ikki av.
Hvønn dag eiga vit at leggja orku í, at gera vart við okkara land. Hetta tí, at heimurin í dag er knýttur í ein sínámillum treytaðan felagsskap. Og í hesum felagsskapi mugu vit vera virkin og vera sjónlig. Flagg okkara er eitt týðandi amboð at vinna land fyri føroyskari mentan, føroyskum vinnulívi, føroyskari ítrótt – ja, fyri føroysku tjóðini. Flaggstríðið er vunnið, tá vit uttan forðingar kunnu vinda flaggið á stong kring allan heim - sum flaggið hjá tjóðini, hjá landinum, Føroyar.
Fylkjast rað vit í rað,
kenna hjørtuni tað:
vit við tær stevna stinn avstað.
Gott flaggdagshald og takk fyri.