02.09.2016 · Umhvørvismálaráðið

Fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting letur upp 17. mai 2017

Fjórða útbjóðingarumfar til oljuleiting letur upp 17. mai 2017

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, luttók á móttøku mánadagin 29. august á føroyska landabásinum á Offshore Northern Seas messuni í Stavanger.

Níggju føroyskar fyritøkur og havnir luttaka á messuni undir felags heitinum “Faroe Islands Maritime Services”.

Í røðu síni fegnaðist Poul Michelsen um, at so mong vóru komin saman á føroyska básinum til hesa løtuna og vónaði, at tey fóru at fáa ein góðan dialog við teir mongu føroyingarnar, sum vóru partur av básinum. Hann hevði síðani tveir týðandi boðskapir at bera fram vegna básin og Føroyar – verkætlanina “Faroe Islands Maritime Services” og síðani enn eina verkætlan “4. leitiútbjóðing á føroyska landgrunninum.”

“Góðu fólk.

Eg fari at tosa um “Faroe Islands Maritime Services” tiltakið og síðani um oljuleiting í Føroyum í framtíðini. Eg giti tit øll longu vita, hvar Føroyar eru. Tað síggja tit so eisini á hesum stóra og litfægra kortinum á básinum. Hóast vit eru eitt lítið land á heimskortinum, so er talan um eitt sera stórt umráði, bara havøkið kring oyggjarnar er 274.000 ferkilometrar, heilar 200 ferðir so stórt sum sjálvt landaøkið. Fólkatalið er nærum 50.000 og ein stórur partur, umleið 10-12% av arbeiðsmegini hevur tilknýti til havið og maritimu vinnuna. Nøkur teirra eru fiskimenn, sum er okkara høvuðsvinna saman við laksaalivinnuni, ið einsamøll stendur fyri 46% av okkara útflutningi. Síðani hava vit ta triðju stóru vinnuna, sum er frálandsvinnan. Hetta eru tær tríggjar vinnurnar, sum standa fyri høvuðs inntøkunum til føroyska samfelagið í løtuni.

Føroyar hava eina geografiska støðu, sum ger oyggjarnar sera áhugaverdar. Her er longu nógv skipaferðsla framvið oyggjunum, og harnæst eru Føroyar eisini at meta sum eitt portur - ein havn til at veita tænastur til flutning úr og til Arktis í framtíðini. So longu nú er henda ferðsla við at vaksa, og hyggja vit inn í framtíðina, kunnu vit staðfesta, at við sínum drúgvu royndum frá sínum fiskiskapi í Norðurhøvum og í Arktis, hava føroyskir sjómenn veruliga nakað at bjóða fram í framtíðar virksemi í Arktis.

Føroysk vinna á landi hevur eisini víst seg at verða tilreiðar at taka við avbjóðingunum í frálandsvinnuni. Umvælingin av risastóra boripallinum “West Hercules” í Føroyum fyri tveimum árum síðani er eitt gott dømi um, at vit hava bæði professionell fólk og virki, ið kunnu taka sær av slíkum stórum uppgávum. Fyritøkan MEST tók sær av hesi uppgávu saman við øðrum royndum veitarum, og úrslitið varð, at hetta arbeiðið varð gjørt til tíðina og til kappingarførar prísir. Ein áminning til útheimin og tykkum mongu her á ONS um, at vit í Føroyum eru klár at taka við framtíðar avbjóðingum. Íløgur, sum í løtuni verða gjørdar í Føroyum í bæði havnir, tunlar og vegir og vinnuna, fara at betra munandi um framtíðar vinnumøguleikar.

Tað, sum eg vil siga við hesum, er, at vit í Føroyum út frá okkara royndum og vitan, bjóða okkum fram sum ein nútímans tilfeingisdepil til ta vaksandi skipaferðslu, sum er í Norðuratlantshavi og Arktis. Vit bjóða okkum fram at umvæla og veita aðrar tænastur til frálandsskip og oljupallar, og tit skulu vita, at vit enntá kunnu veita hesar tænastur uppá rekorttíð – innan fyri ein tíma, so mikið góður er infrastruktururin vorðin í okkara oyggjalandi her mitt í Atlantshavi.

Eg eri eisini komin á hesa oljumessuna við enn einum boðskapi. Hann er at kunna tykkum um okkara ætlanir við leiting eftir olju og gassi í Føroyum í næstu framtíð. Vit hava longu staðfest, at olja er í undirgrundini. Og eg ivist ikki í, at hóast fáu boringarnar higartil ikki hava ført til lønandi fund, so vita vit longu nú, at oljan goymir seg í undirgrundini. Vit skulu bara finna hana.

Eg eri glaður fyri at kunna siga tykkum, at tað í løtuni og í næstum framtíð fer at verða nógv nýtt tilfar um undirgrundina, sum oljufeløg kunnu fáa stóra gleði av, nú vit fara undir enn eina útbjóðing. 4. útbjóðingin verður latin upp 17. mai komandi ár.

Vit hava borað 9 brunnar í Føroyum. Hetta er einki í mun til, hvat er borað aðrastaðni í heiminum, áðrenn oljan er funnin. Bara tveir av hesum brunnum vóru turrir. Sjálvur eri eg sannførdur um, at olja og gass finnast í føroysku undirgrundini. Havi sjálvur verið ítróttarmaður og veit, at 9 hol eru bara helvtin av einum Golf-dysti. So eg giti, at vit mugu halda fram móti í hvussu er 18 holum. Mær vitandi skuldu borast upp til 60 hol, áðrenn lønandi fund varð gjørt í Barentshavinum.

Eg eri annars sera fegin um at vera við til hesa mína fyrstu oljumessu. Tað er avgjørt áhugavert at síggja, hvussu fjølbroytt og stór henda vinna er. Men eg má eisini siga, at í sambandi við sjálva setanina og upplatingina av ONS, havi eg lagt til merkis, at fólk í oljuvinnuni eru sera ørkymlað í løtuni yvir støðuna í vinnuni sum heild. Fyrst og fremst er tað óstabila politiska støðan, sum førir til henda óstabilitet í vinnuni eisini.

Hvat enn tú hugsar, tá tað snýr seg um orku í framtíðini, so tykist tað greitt, at tað er eingin framtíð uttan olju og gass sum ein týðandi partur av okkara framtíðar orkupolitikki.

Í Føroyum hava vit sett okkum tað málið, at í 2030 skal elektrifiseringin av samfelagnum byggja á 100% grøna orku. Hetta er eitt mál, sum sjálvandi skal sameinast við tørvin á at brúka og troyta olju á skilabesta hátt.

Eg havi ongantíð verið á eini oljumessu fyrr, so man merkir frustratiónina heilt frá orkupolitikki til heimspolitikk og sær, at tey stóru oljufeløgini í løtuni bara hugsa um at skerja útreiðslurnar. Tað er ein spurningur um at yvirliva. Íløgurnar eru lágar, og eg hugsi, at við lágu oljuprísunum, so fer hetta at gagna búskapinum. Men tað er júst tann øvugta gongd, tí feløgini halda aftur við íløgum, og fyri meg sær tað út til, at frustratiónin í hesi vinnu er total, tí um somu tíð siga øll, at gass- og oljuídnaðurin fer at tryggja okkum øllum eina trygga framtíð.

Eg fari at bjóða tykkum at vera partur av okkara spennandi framtíð at finna oljuna og at menna Føroyar til ein maritiman tænastudepil. Eg vóni tit fara at finna onkran áhugaverdan persón at tosa við, og eg vóni eisini, at vit fara at síggja oljufeløg í Føroyum 17. mai næsta ár, tá 4. útbjóðingin alment verður latin upp á stórari leitiráðstevnu í Føroyum. Útbjóðingin letur so aftur 17. februar 2018.

Góða oljumessu.”

(FOIB/Jan Müller)