17.05.2017 · Umhvørvismálaráðið

Fjórða útbjóðingarumfar opið

Fjórða útbjóðingarumfar opið

Røðan, Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, helt tá fjórða útbjóðingarumfar at leita eftir kolvetni í føroyska landgrunninum læt upp seinnapartin.

Góðu áhoyrarar,

Vit fara nú undir 4. Útbjóðingarumfar. Við hesum seta vit aftur ferð á leiting eftir kolvetni undir Føroyum.

Verður úrslitið, at vit finna stórar nøgdir og fara at framleiða olju og gass, er møguleiki fyri stórum inntøkum - bæði sum ískoyti í samfelagsbúskapin, til nýtt virksemi og nýggjar inntøkur til føroyskar fyritøkur.

Hetta fer at geva okkum enn eitt búskaparligt bein at standa á.

Finna vit kolvetni í lønandi nøgdum – og tað vænti eg, vit fyrr ella seinni gera – hava vit ábyrgd at handfara og umsita hetta tilfeingi við størsta skynsemi.

Leitingin eftir kolvetni á landgrunninum byrjaði um aldarmótið. Úrslitini av leitingunum hava - saman við kanningararbeiðinum hjá Jarðfeingi og samstarvsfeløgum - staðfest, at fortreytirnar fyri at kolvetni er í undirgrundini eru til staðar.

Avbjóðingin er, at finna út av hvar hetta kolvetnið er, og um tað er í rakstrarverdu nøgdum.

Tær higartil 9 royndarboringarnar hava havt stóran týdning fyri føroyska samfelagið.

Vit hava í dag tvey virkin føroysk kolvetnisfeløg. Vitanin um jarðfrøðina á landgrunninum fevnir vítt, og granskingin er altjóða viðurkend. Eitt ótal av føroyingum starvast í øllum liðum í oljuvinnuni um allan heim. Heilt frá gransking til seismikk-skjóting og boring. Føroyingar framleiða og flyta olju og gass kring knøttin. Vit duga at høvuðsumvæla boripallar og veita allar hugsandi tænastur. Føroyingar arbeiða á leiðslustigi í stórum altjóða oljufeløgunum. Og vit hava eitt greitt lógarverk á økinum.

Vit eru tí væl brynjað og til dystin fús.

Samstundis sum oljuvinnan nú aftur økir sítt virksemi, henda stór frambrot innan aðrar orkumøguleikar. Tí er viðkomandi at spyrja, um tað er skilagott at bjóða Føroyar fram til oljuleiting, nú landsstýrið hevur raðfest grøna orku høgt.

Svarið er líka umráðandi sum spurningurin. Eg haldi ikki, at grøn orka og kolvetni kunnu setast hvør móti øðrum.

4. útbjóðingarumfar tekur einki frá teimum grønu átøkum, sum vit hava sett í verk ella teimum ætlanum, sum vit hava.

Tað er ikki ein spurningur um antin ella, tí vit hava uppraðfest bæði grøna orku og leiting eftir kolvetni undir Føroyum.

Vit mugu ásanna, at olju og gass í nógv ár framyvir verður høvuðskeldan til orku í heiminum. Men samstundis skulu vit virka aktivt fyri, at størri og størri partur av heimsins orkuveiting gerst grøn.

Vit hava eisini eina skyldu at kanna, um vit eiga tilfeingi á landgrunninum, sum kann tryggja lív og framburð fyri komandi ættarlið í Føroyum.

Grøn orka og kolvetni skulu framhaldandi ganga hond í hond.

Finna vit kolvetni - í framleiðslunøgdum hesaferð - fáa vit møguleikan at gera munandi meira fyri at økja um lutfalli av grønari orkuframleiðslu.

Útbjóðingarumfarið letur aftur 17. februar 2018. Ikki fyrr enn tá vita vit við vissu, hvussu áhugin hjá oljufeløgunum er at leita eftir kolvetni í føroyska landgrunninum.

Vit eru kortini spent og vónrík um, hvat kemur undan, tá hesir níggju mánaðirnar eru farnir.

Vit eru bjartskygd um, at oljufeløgini fara at vísa føroyska landgrunninum ans, og at vit finna kolvetni í lønandi nøgdum.

Fortreytirnar eru góðar. Vitanin er stór, tænastuvinnan á landi er kappingarfør og fyrisitingin er til reiðar.

Við hesum orðum lýsi eg fjórða útbjóðingarumfar opið.

Mynd: Jan Muller, stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki, Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum og Niels Christian Nolsøe, stjóri á Jarðfeingi.