Týðandi broytingar í virkseminum hjá P/F Fiskaaling seinasta árið hava gjørt, at felagið nú aftur hevur fótað sær bæði rakstrarliga og fíggjarliga. Fiskaaling hevur seinastu árini ligið í tungum sjógvi fíggjarliga. Fyri at tryggja framtíðina hjá felagnum, máttu broytingar gerast.
Leiðsla og nevnd løgdu tí upp til tillagingar í virkseminum hjá Fiskaaling. Tað var ein røtt avgerð at lata alivinnuna yvirtaka kynbótaarbeiðið og rognaframleiðsluna grundað á føroysku laksastammuna, og á tann hátt miðsavna virksemið hjá Fiskaaling um gransking, menning, ráðgeving og tænastuveitingar til alivinnuna, er ein orsøk til, at gongdin í felagnum nú er vend. Rakstrarroknskapurin fyri 2017 vísir 3,9 mió. í avlopi samanborið við 18,1 mió. krónur í halli undanfarna roknskaparár. Fíggjarstøðan javnvigar við 16,7 mió. krónum, og eginpeningurin er negativur við 4,4 mió. krónum við árslok 2017. Úrslitið í 2017 er serliga merkt av øktum inntøkum í seinna hálvári, umframt tillagaðum útreiðslum sum heild.
Stóra rakstrarhallið í 2016 var serliga merkt av avgerðini um at steðga framleiðsluni. Øll støðisogn, ið beinleiðis varð knýtt at framleiðsluni, varð niðurskrivað til krónur 0 (null), umframt at goymslan av livandi fiski varð munandi niðurskrivað. Avgerðin um at steðga framleiðsluni ávirkaði tískil beinleiðis úrslitið negativt fyri 2016 við 13,2 mió. krónum. 13. november 2017 samtykti Føroya Løgting at veita 9 mió. krónur í láni til P/F Fiskaaling. krónur. Lánið er rentufrítt og verður kravt aftur í einum ella í avdráttum, tá eginpeningur felagsins er í minsta lagi 500.000 krónur. Lánið hevur bøtt munandi um gjaldførið hjá felagnum, men eginogin hjá P/F Fiskaaling er framvegis negativ. Nevndin í P/F Fiskaaling metir, at við tillagingunum seinasta árið og lánstreytunum frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, sum eigur allan partapeninginum í felagnum, er grundarlagið gott fyri einum tryggum og mennandi rakstri. Fíggjarligu váðarnir eru munandi minkaðir í árinum, og samstundis er Fiskaaling farið frá at vera ein framleiðari av rogn og ynguli til ein framleiðari av vitan. Hesum taka føroyska alivinnan og myndugleikar sera væl undir við. Fiskaaling væntar eitt útslit á umleið eina mió. krónur í 2018.
Fiskaaling framleiðir vitan
Fiskaaling hevur gott samstarv við øll alifeløgini, sum nýta granskingarúrslit, ið Fiskaaling hevur framleitt, í dagliga arbeiðinum at skipa alivirksemi á smoltstøðunum og alistøðum á sjónum. Eisini er samstarv við útlendskar granskingarstovnar og -feløg ein týðandi liður í granskingar- og menningararbeiðinum, og granskingin hjá Fiskaaling vekir stundum ans úti í heimi. Týðandi fíggjarliga grundarlagið undir granskingar-, menningar- og ráðgevaravirkseminum á Fiskaaling er játtanin til havbúnaðarroyndir á Løgtingsins fíggjarlóg, og P/F Fiskaaling og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið útgreina í sáttmála, hvørji granskingarevni Fiskaaling skal leggja dent á. Granskingaravrikini í 2017 eru lýst í serstøkum avrikslista til Uttanríkis- og vinnumálaráðið. Umframt eitt støðugt langsiktað granskingarvirksemi innan aligransking, verður játtanin brúkt sum eginfígging í ymiskum nationalum og altjóða granskingarverkætlnum. Eisini gransking, sum vinnan her og nú ikki metir vera neyðuga. Almenna játtanin er viðvirkandi til, at Fiskaaling áhaldandi kann menna nýggjar tænastur til alivinnuna. At Fiskaaling umvegis almennu játtanina heilt ella partvís kann fíggja ymiskar verkætlanir, hvørs endamál er at fáa vitan til vega, ið mennir føroyska aling, letur upp møguleikar fyri at fáa uttanhýsis fígging frá m.ø. føroyskum og útlendskum granskingargrunnum og vinnufyritøkum. At Fiskaaling framleiðir og savnar vitan, ið er atkomulig hjá vinnuni og samfelagnum sum heild, ger at Fiskaaling kann veita ráðgeving og tænastur. Eftirhondini sum førleikin og vitanin hjá Fiskaaling er vaksin, eru inntøkur frá gransking, menning, ráðgeving og tænastum øktar. Í 2017 vóru inntøkurnar frá hesum virksemi góðar 8 mió. krónur, og svarar hetta til umleið 1 mió. krónur minni enn upphæddin, sum landið játtar P/F Fiskaaling. Uttan almennu játtanina hevði hetta neyvan verið møguligt. Tænastur, ið Fiskaaling veitir, eru ætlaðar at geva vinnuni kunnleika og møguleikar at skipa virksemið enn betri. Harafturat verða øll úrslit frá tænastunum innsavnaði og nýtt víðari í granskingar- og menningarvirkseminum hjá Fiskaaling. Samspælið millum granskingar- og tænastuvirksemið hjá Fiskaaling er sostatt grundarlagið undir áhaldandi menning av nýggjari og betri vitan, ið beinleiðis gagnar føroyskari aling.
Tað er alneyðugt at granska innan aling
Føroyska alivinnan hevur havt góð úrslit seinnu árini, men vinnan er lívfrøðiliga viðbrekin, og hon er dagliga í harðari, altjóða kapping. Tað er tí av alstórum týdningi, at Føroyar granska innan aling, og at vit áhaldandi menna hættir, ið kunnu optimera alingina, soleiðis at alivinnan framhaldandi kann vera burðardygg. Í grannalondunum verður nógv orka brúkt at granska innan aling, bæði innan lokalar avbjóðingar og innan almenna aligransking. Taka Føroyar ikki eisini lut í vinnugransking, er stórur vandi fyri, at kappingarneytarnir fáa tann marginala fyrimunin, sum ger, at alingin í Føroyum verður eftirbátur. Tí hevur Fiskaaling seinastu árini lagt stóran dent á at menna eitt sterk fakligt umhvørvi, hvørs fokus beinleiðis er rættað móti at byggja upp vitan, sum kann gagna alivinnuni og føroyska samfelagnum.
Nærri kunning fæst við at venda sær Jóhonnu Lava Køtlum, stjóra á Fiskaaling, tlf. 77 47 47.