Í røðu sínari til móttøkuna í nýggja filmshúsinum í gjár, legði Poul Michelsen, landsstýrismaður, stóran dent á leiklutirnar hjá bæði Mentamálaráðnum og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at stuðla upp undir filmsvinnuna.
Filmur er bæði list og vinna. Hetta varð staðfest í álitinum “Filmsvinna í Føroyum – ein framtíðarmøguleiki”, sum Mikkjal Helmsdal lat úr hondum fyri Samvit í 2006, í álitinum “Filmsvinnupolitikkur”, sum Klippfisk handaði landsstýrinum í 2013 og aftur í álitinum “Filmshúsið – føroyskur filmur á einum vegamóti”, sum Klippfisk handaði landsstýrismanninum í oktober 2015.
Hesi álitini vóru týðandi grundarlag undir tí arbeiðinum, sum síðani varð gjørt í landsstýrinum at skipa og at gera lógaruppskot um Filmshúsið. Tá ið avtornaði varð undirtøkan í politisku skipanini fyri at skapa góðar vinnuligar karmar um filmsframleiðslu sera góð. Lógin um filmshús varð samtykt við stórum meiriluta, lógin um afturberingarskipan til filmsframleiðslur varð einmalt samtykt í Løgtinginum og í aðalorðaskiftinum í Løgtinginum, sum var í februar í ár, fekk politikkurin fyri skapandi vinnur sera góða umrøðu.
Boðini eru tí, at politiska skipanin sær stórt potentiali í skapandi vinnunum og sær tørvin fyri at skapa góðar og mennandi karmar um hesar vinnugreinar.
Fyri at talan kann gerast um eina lønandi vinnu, er neyðugt at nøra um undirskógin av førleikum í filmsumhvørvinum. Tí er tað frálíkt, at Filmshúsið og filmsverkstaðurin Klippfisk húsast undir somu lon, og bæði kunnu hava eitt tætt samstarv og eisini hugsavna seg um hvør sínar kjarnuuppgávur. Klippfisk at menna førleikarnar og stimbra áhugan hjá ungdóminum, og Filmshúsið at menna professionellu fimsfólkini, ráðgeva og vegleiða filmsvinnuni, marknaðarføra føroyskan film og Føroyar sum filmsland úti í heimi.
Filmshúsið er skipað sum ein sjálvstøðug eind í vinnuframaskipanini, men við tøttum tilknýti til Vinnuframa.
Endamálið við hesum er at skapa felags kenslu og samvirkni í allari skipanini, og samstundis at nøkta tørvin fyri servitan í júst filmsvinnuni og verða til staðar í filmsumhvørvinum.