13.04.2016 · Umhvørvismálaráðið

Filmshús setast á stovn í 2017

Filmshús setast á stovn í 2017

Landsstýrið hevur sett av 1 mió. kr. á kørmunum til fíggjarlógina fyri 2017. Játtanin skal nýtast til at seta á stovn filmshús.

Klippfisk handaði í oktober landsstýrinum álit um filmshús. Filmshúsið skal verða eitt savningarstað fyri filmsumhvørvið. Filmshúsið skal skapa eitt framhald, ið higartil ikki hevur verið í føroyskum filmi, so samanhangur fæst millum førleikamenning, framleiðslu og útbreiðslu av føroyskum filmi. Húsið skal vera karmur um filmsundirvísing og framleiðslu, og menna samstørv og sambond við útlendskar framleiðarar.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Mentamálaráðið eru í samstarvi við Klippfisk farin undir at fyrireika Filmshúsið, sum eftir ætlan skal setast á stovn á vári 2017.

Filmsjáttanin vaks upp í 900.000 kr. í 2015 og upp í 1,5 mió. í 2016. Ómetaligar nógvar verkætlanir eru sprotnar burtur úr filmsjáttanini, sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, men skulu vit av álvara raðfesta film, er umráðandi, at alt undirstøðukervið fyri føroyskan film verður ment. Landsstýriskvinnan sipar her til Filmshúsið og skipanir, ið skulu eggja útlendskum filmsframleiðarum at taka upp í Føroyum.

- Vit hava dugnalig og framsøkin filmsfólk í Føroyum, sum hava vunnið virðislønir uttanlands. Játtanin til film er hækkað, men skal spírandi filmsumhvørvið mennast sum vinnugrein, er neyðugt við betri kørmum og einum filmshúsi, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Eg eri sannførdur um, at filmsvinnan kann skapa ein meira fjøltáttaðan arbeiðsmarknað, nýggj størv og inntøkur, og verða ein stórur styrkur fyri okkara samleika sum tjóð.

- Føroyar hava framúr møguleikar at bjóða seg fram og fáa útlendskar filmsframleiðarar at gera upptøkur í Føroyum. Filmshúsið skal seta ferð á filmsframleiðslu og skapa sambond við útlendskar framleiðarar. Føroyar mugu tó verða kappingarførar, og tí fer landsstýrið undir at kanna møguleikarnar fyri einari afturberingarskipan til filmsframleiðslu, eins og vit kenna eitt nú úr Íslandi.

Landsstýrið fer í næstum at almannakunngera politikk fyri skapandi vinnur, men longu nú er avgjørt at seta arbeiðini í gongd, til tess at fyrireika filmshúsið og afturberingarskipanina til útlendskar filmsframleiðslur í Føroyum, so at hesi átøk kunnu byrja í 2017.

(Mynd: Bárður Oskarsson.)