Fíggjarstýringin hjá Strandfaraskipum Landsins (SSL) er ikki nóg væl frágingin.
Tað staðfestir ein óheft grannskoðarafrágreiðing, ið hevur grannskoðað fíggjarviðurskiftini hjá SSL í fjør. Úrslitið í fjør var eitt hall á 4,4 mió. kr.
- Óhefta grannskoðarafrágreiðingin staðfestir, at fíggjarstýringin hjá SSL ikki hevur verið nøktandi. Frágreiðingin er atfinningarsom, og staðfestir, at stovnurin ikki hevur stýrt eftir játtanini, sum stovnurin hevur fingið. Hetta eigur ikki at koma fyri, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Í grannskoðarafrágreiðingini stendur, at mánaðarroknskapirnir, ið eru latnir Búskaparskipan Landsins, ikki eru rættvísandi. Eisini hevur SSL millum annað stýrt eftir einari fíggjarætlanin, sum er 4,6 mió. hægri enn játtanin er. Grannskoðarafrágreiðingin staðfestir eisini, at eftirlitið hjá SSL við útreiðslunum hevur ikki verið nóg neyvt.
Vinnumálaráðið hevur tikið stig til at fáa viðurskiftini hjá SSL í rættlag. Í næstum verður nýggjur stjóri settur. Stovnurin gjørdist við ársbyrjan partur av Búskaparskipan Landsins, ið skal tryggja eitt neyvari eftirlit við fíggjarstýringini. Vinnumálaráðið er farið undir at endurskoða mannagongdir í sambandi við játtaneftirlit.
Ársfrágreiðingin og grannskoðaraprotokollin hjá grannskoðarafyritøkuni Januar kunnu lesast her: Ársfrágreiðingin Granskoðaraprotokollin