Umskipanin, har ið Ferðaráð Føroya gerst partafelagið Visit Faroe Islands, er síðsti liður í einari røð av umskipanum, sum skulu skapa nógv størri vøkstur í ferðavinnuni
Hósdagin 8. mai samtykti Løgtingið við 19 atkvøðum uppskotið um at umskipa Ferðaráð Føroya til eitt alment partafelag við heitinum P/F Visit Faroe Islands.
Í eini viðmerking sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, at hann fegnast um breiðu undirtøkuna fyri uppskotinum.
- Umskipanin til eitt alment partafelag er síðsti liður í eini røð av umskipanum, sum eru framdar í Ferðaráðnum seinastu tíðina. Allar umskipanirnar hava tað í felag, at tær skulu røkka endamálinum um at skapa vøkstur og framtakssemi innan ferðavinnuna í Føroyum. Málið er, at ferðavinnan skal tvífaldast og hava ein umsetning á 1 mia. kr. í 2020 og harvið starvseta uml. 1.000 ársverk. Fortreytirnar fyri at røkka málinum eru vorðnar munandi betri við hesi umskipan, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.
Nýggja lógin inniber, at Ferðaráð Føroya, sum varð endurstovnað í 2011, nú verður alment partafelag. Felagið verður skipað við nevnd við umboðum úr ferðavinnuni, frá myndugleikum og áhugabólkum, ið saman við stjórn felagsins, hevur leiðsluna í nýggja felagnum.
Endamálið hjá P/F Visit Faroe Islands er at samskipa og marknaðarføra Føroyar sum ferðafólkaland og í samstarvi við vinnuna at skapa vøkstur innan føroyska ferðavinnu.