Teir tríggir uttanríkisráðharrarnir í Útnorðuri, Poul Michelsen, Føroyar, Lilja Alfreðsdóttir, Ísland og Vittus Qujaukitsoq, Grønland, hittust í Tórshavn í døgunum 21. og 22. august 2016, fyri at umrøða uttanríkis- og handilspolitisk mál av felags áhuga.
Útnorður hevur vaksandi týdning og áhuga í altjóða høpi. Til tess at vara um áhugamálini hjá fólkinum í londunum er tað av stórum týdningi, at tey trý londini í Útnorðuri standa saman og hava eitt tætt samstarv um felags uttanríkis- og handilspolitisk viðurskifti.
Avgerðin hjá Stóra Bretlandi um at fara burturúr tí evropeiska samstarvinum í ES, kann fáa ávirkan handilsáhugamál hjá útnorðurlondunum, og tí hevur tað týdning at henda avbjóðing verður viðgjørd av teimum trimum londunum í felag til tess at tryggja okkara felags áhugamál.
Á fundunum í Tórshavn vóru serstakliga tvey viðurskifti umrødd:
Avgjørt varð at setta niður ein arbeiðsbólk, við umboðum úr teimum trimum londunum, ið skal gera uppskot til eina samstarvsavtalu millum tey trý londini. Hetta kemur m.a. sum framhald av, at tingið í Grønlandi Inatsisartut, íslendska Altingið og Føroya Løgting hava samtykt tilmæli nr. 1/2015 frá Útnorðurráðnum, sum m.a. snýr seg um at seta niður ein arbeiðsbólk, ið skal greina og vísa á fyrimunir við eini felags fríhandilsavtalu og við at stovnseta eitt handilsráð fyri Útnorður. Grønland hevur boðað frá, at tey vilja vera vertir fyri fyrsta fundin hjá arbeiðsbólkinum, ið er settur at verða í Nuuk í oktober. Arbeiðsbólkurin vil harumframt viðgera hvussu útnorðurlondini kunnu fáa meir burturúr einum øktum samstarvi í mun til triðjalond.
Víðari varð umrøtt at fáa í lag ein árligan fund millum teir tríggjar uttanríkisráðharrarnar. Niðurstøðan er, at uttanríkisharrarnir vilja hittast á hvørjum árið at umrøða mál av felags áhuga innan handils- og uttanríkispolitik. Næsti ráðharrafundur verður í Íslandi í 2017.
Kvívík 22. august 2016
Lilja Alfreðsdóttir Poul Michelsen Vittus Qujaukitsoq