28.02.2019 · Umhvørvismálaráðið

FaroeseSeafood.com – ein kunningarsíða um føroyskan sjómat

FaroeseSeafood.com – ein kunningarsíða um føroyskan sjómat

Í dag er heimasíðan www.FaroeseSeafood.com almannakunngjørd. Heimasíðan er ein kunningarsíða um føroyskan sjómat og Føroyar sum fiski- og alivinnutjóð, og ein pallur fyri marknaðarføring og branding av føroyskum fiskaútflutningi.

Heimasíðan er eitt samstarv millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Ráfiskakeyparafelagið, Reiðarafelagið, Ráfiskaseljarafelagið og Fiskimálaráðið. Harumframt er Visit Faroe Islands við í verkætlanini. Verkætlanin er stuðlað við játtan frá Fiskivinnuroyndum í 2018.

Matgerðarfilmar við Gutta Winther
Sum partur av verkætlanini eru átta stuttfilmar gjørdir saman við Gutta Winther, har Gutti ger mat við føroyskum fiski. Filmarnir verða lagdir á heimasíðuna og á eina YouTube-rás. Filmarnir eru framleiddir í samstarvi við Visit Faroe Islands, ið eisini fer at nýta filmarnar á teirra sosialu miðlapallum.

Fiskivinnuroyndir hevur í 2019 játtað stuðul til at framleiða fýra nýggjar filmar.

Exporter Directory
Á heimasíðuni er eitt sonevnt Exporter Directory, ið er eitt yvirlit yvir útflytarar av føroyskum fiskavørum, har fyritøkur kunnu skráseta seg. Endamálið við Exporter Directory er, at tað skal vera lætt hjá áhugaðum keyparum at finna fram til føroyskar fiskaútflytarar, eitt nú umvegis Google.

Tað er ókeypis hjá fyritøkum at skráseta seg í yvirlitið. Kunning um skráseting er at finna á heimasíðuni, og fyritøkur kunnu skráseta seg umvegis teldupostadressuna: info@faroeseseafood.com

SEO
Google er eitt høvuðsamboð, tá fólk kring heimin leita sær kunning og eisini leita eftir vørum. Ein partur av verkætlanini hevur tí verið, at “SEO-menna” heimasíðuna. SEO (Search Engine Optimzation) snýr seg um at menna heimasíður, so tær koma frammarlaga í leitingum á Google. Heimasíðan er ment við tí í hyggju, at hon skal koma frammarlaga í Google-leitiskipanini, tá leitað verður við leitorðum, sum snúgva seg um føroyskan sjómat og fiski- og alivinnu.

Meira fæst at vita við at venda sær til Páll Nolsøe, kunningarráðgeva, á tlf. 551028, palln@uvmr.fo