17.05.2017 · Umhvørvismálaráðið

Faroe Islands - Children of the Sea

Faroe Islands - Children of the Sea

Lýsingarfilmurin Faroe Islands - Children of the Sea varð í dag 17. mai frumsýndur á tiltaki í Smæruni, har 4. útbjóðingarumfarið eftir kolvetni í føroyskum øki bleiv latið upp.

Children of the Sea skal marknaðarføra Føroyar sum sjóvinnu tjóð og maritimur tænastudepil. Lýsingarfilmurin er gjørdur í einum samstarvi millum Uttanríkis- og vinnumálaráðið og Oljuvinnufelagið. Kovboyfilm hava staðið fyri framleiðsluni.

Filmurin skal lýsa Føroyar sum sjóvinnu tjóð, framúrskarandi serkunnleikarnar innan maritima økið og hentleiknarnar Føroyar hava at bjóða fram sum maritimur tænastudepil. Filmurin er stuttur og fangandi, tí ætlanin er, at filmurin eisini skal nýtast á sosialum miðlum.

“Sjóvinna er fokusøki hjá landsstýrinum. Á fíggjarlógini er serstøk játtan til at marknaðarføra og menna Føroyar sum maritimur tænastudepil, og filmurin er liður í hesum arbeiði, ” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

“Vit hava fyri kortum fingið handað álit um nýggjan sjóvinnupolitikk fyri Føroyar og eina greining, sum lýsir vinnumøguleikar innan maritimar tænastur. Ein afturvendandi niðurstøða í báðum frágreiðingunum er at miðvís marknaðarføring er ein grundleggjandi og neyðugur liður í at menna Føroyar sum maritiman tænastudepil.”