Fara at hyggja nærri eftir møguleikunum fyri nýggjum vinnuligum samstørvum
Umboð fyri Shetland Islands Council hittu í dag Poul Michelsen, landsstýrismann í uttanríkis- og vinnumálum. Á fundinum umrøddu partarnir m.a. Brexit, royndirnar hetlendingar hava gjørt sær av oljuvinnuni og møguleikarnar fyri øktum samstarvi á politiska og vinnuliga økinum.
- Føroya og Hetland hava long søgulig vinarbond og samstørv, men tíanverri eru sambondini viknaði seinnu árini, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
- Brexit kann hava stórar broytingar við sær fyri viðurskiftini og samhandil hjá Bretlandi við umheimin, og harvið eisini fyri Hetland. Føroyar og Hetland hava mong felags áhugamál, og okkara høvuðsvinnur eru tær somu. Á fundinum umrøddu vit møguleikarnar at skipa fyri tiltøkum, har umboð fyri hetlendska og føroyska vinnulívið hittast, fyri at kanna møguleikarnar fyri nýggjum samstørvum. Vit eru eisini samdir um, at partarnir eiga at hittast oftari og regluliga, og vit fara taka upp hvussu vit kunnu fáa í lag eitt meira skipa politisk samstarv.
Umboðini fyri Shetland Islands Council eru á kunningarferð í Føroyum hesa vikuna, har teir skulu hitta landsstýrið og føroyskar fyritøkur, eitt nú Føroya Tele, Atlantic Airways og Smyril Line.
(Myndatekstur: Gary Robinson, leiðari Shetland Islands Council, Poul Michelsen, Malcolm Bell, Convener (stjórnarleiðari) í Hetlandi.)