Landsstýrið hevur latið gjørt ein faldara um sólarmyrkingina, sum verður í Føroyum fríggjamorgunin 20. mars. Faldarin er borin í hvørt hús í landinum.
Endamálið við faldaranum er at kunna um sólarmyrkingina sum fyribrigdi og geva borgarunum vegleiðing í mun til eygnavernd. Eisini vísir faldarin til leinkjur við almennari kunning og undirvísingartilfari.
VMR setti á heysti 2014 ein arbeiðsbólk, sum hevði til uppgávu at samskipa tiltøk og kunning í sambandi við sólarmyrkingina, sum verður 20. mars. Ein partur av arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum var at tryggja, at føroyingar fáa neyðuga kunning um fyribrigdið umframt kunning um fyribyrging og eygnavernd. Faldarin, sum nú er borin í hvørt hús í Føroyum, og sum Pól Jespersen hevur orðað, er partur av arbeiðinum hjá hesum arbeiðsbólki.