Fríggjadagin 6. november var eykaaðalfundur í P/F Vága Floghavn
Fríggjadagin 6. november var eykaaðalfundur í P/F Vága Floghavn. Avgjørt varð at hækka partapeningin við 100 mió. kr., sum skulu nýtast til komandi útbyggingina. Í 2008 varð partapeningurin hækkaður við 65 mió. kr., so Vinnumálaráðið hevur nú sett tilsamans 165 mió. kr. í felagið til útbyggingina. Peningurin til kapitalhækkingina er játtaður á løgtingsfíggjarlógini, og er fingin til vega við niðurkapitalisering av Íleggingargrunninum fyri Føroyar.
Verklagslógin fyri útbyggingina verður væntandi løgd fyri Løgtingið um mánaðarskiftið november/desember.