P/f Vága Floghavn hevur havt eykaaðalfund í dag 15. des.
P/f Vága Floghavn, sum Føroya Landsstýri eigur, hevur í dag havt eykaaðalfund. Á skránni var hækking av partapeningi felagsins og val av nýggjum nevndarlimi.
Partapeningurin varð hækkaður við 65 mió. kr., ið skulu nýtast til útbyggingina av Vága Floghavn.
Tilsamans fara 365 mió. kr. at verða skotnar inn í partafelagið við tí endamáli at útbyggja Vága Floghavn.
Sum nýggjur nevndarlimur í P/f Vága Floghavn varð valdur Bárður Nielsen úr Vestmanna. Hann kemur í nevndina fyri Dáv Reinert Hansen, sum gjørdist forstjóri í felagnum fyrr í ár.
Í nevndini sita nú Kitty May Ellefsen, Evy Jacobsen, Jóhan í Niðristovu, Jóhannus Egholm Hansen og Bárður Nielsen.