Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur góðkent, at ExxonMobil verður partur í trimum oljuleitingarloyvum.
Loyvini, ið talan er um, eru L006, L009 og L011, har Statoil er fyristøðufelag og høvuðseigari, meðan Atlantic Petroleum hevur ein lítlan part í L006. Eftir eigarabroytingina verða eigaraviðurskiftini hesi:
Loyvi Felag Undan eigarabroyting Eftir eigarabroyting eigarabroyting
006 Statoil (fyristøðufelag) 99% 50%
Atlantic Petroleum 1% 1%
ExxonMobil Faroes - 49%
Trýst her fyri at síggja hvørji øki talan er um
Sambært arbeiðsskráunum fyri hesi trý loyvini er áður avtalað, at ein leitibrunnur skal vera boraður í einum av loyvisøkjunum. Ætlandi verður hesin brunnurin boraður í summar.
Johan Dahl, landsstýrismaður, sigur ”Vit eru sera væl nøgd við, at eitt so sterkt felag sum ExxonMobil gerst partur av leitivirkseminum í føroyskum øki og sær møguleikar fyri at gera lønandi fund her. Drúgvu royndirnar hjá hesum felag kunnu eisini vísa seg gagnligar, soleiðis at nýggja samtakið tilsamans verður rættiliga sterkt. Vit vóna, at hetta stigið hjá ExxonMobil kann virka fyri, at vit fáa enn meira leitivirksemi frameftir.
Tað er eisini hugaligt, at ætlandi verður ein leitibrunnur boraður nú í summar. Umframt gott leitiúrslit vóni eg eisini, at føroysk vinna fer at fáa væl burturúr borivirkseminum.”
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið, tel 30 66 00.