04.09.2008 · Umhvørvismálaráðið

ES-eftirlitsvitjan

ES-eftirlitsvitjan

Endamálið við vitjanini er at tryggja, at føroyskir myndugleikar lúka tær treytir til alment eftirlit við fiski og fiskavørum, sum verða útfluttar til ES.

ES-eftirlitsvitjanin, sum varð fráboðað føroyskum myndugleikum í oktober 2007, byrjaði í dag. Endamálið við vitjanini er at tryggja, at føroyskir myndugleikar lúka tær treytir til alment eftirlit við fiski og fiskavørum, sum verða útfluttar til ES, sum Føroyar – sambært veterineru avtaluni millum Føroyar og ES frá 2001 – hava bundið seg til at halda. Eftirlitsvitjanin endar fríggjadagin 12. september.
 
Samstundis er akkrediteringin (góðskugóðkenningin) hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni endurnýggjað, og er nú galdandi frá 1. september 2008 og fram til 31. august 2013. Harumframt er akkrediteringin víðkað, soleiðis at hon nú eisini fevnir um kanningar fyri fiskasjúkur. Tað er danska fyritøkan DANAK, sum veitir akkrediteringina. Hetta er eitt stórt stig fram á leið í áhaldandi arbeiðinum at tryggja, at føroyskir myndugleikar – og tí eisini føroyskir útflytarar – alla tíðina lúka tær treytir, sum settar verða av ES.