05.02.2010 · Umhvørvismálaráðið

Enn ein leitibrunnur avtalaður og trý leitingarloyvi longd

Í sambandi við, at Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur góðkent, at trý kolvetnisloyvi verða longd til 2013, er avtalað, at enn ein leitibrunnur skal borast á føroyska landgrunninum.

Í sambandi við, at Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur góðkent, at trý kolvetnisloyvi verða longd til 2013, er avtalað, at enn ein leitibrunnur skal borast á føroyska landgrunninum.
 
Loyvini, ið verða longd, eru nr. 006, nr. 009 og nr. 011. Brunnurin skal verða boraður og metingar av úrslitinum verða lidnar áðrenn loyvisskeiðini ganga út í 2013. Avgerð er ikki tikin um, hvørjum av loyvisøkjunum, brunnurin verður boraður á.
 
Loyvishavarar í loyvi nr. 006 verða frameftir Statoil, (99%) og Atlantic Petroleum (1%). Statoil verður framhaldandi fyristøðufelag. Anadarko, Amerada Hess, British Gas, Dong og Enterprise halda ikki fram. Í sambandi við leingingina er partur av loyvisøkinum latin innaftur.
 
Í loyvi nr. 009 verður Statoil einsamallur loyvishavari. Dong, Shell og Føroya Kolvetni halda ikki fram.
 
Í loyvi nr. 011 er Statoil einsamallur loyvishavari.
 
Johan Dahl, landsstýrismaður, fegnast um avtaluna og sigur: ”Tað er sera hugaligt, at Statoil og Atlantic Petroleum eins og vit meta útlitini fyri at gera lønandi fund á føroyska landgrunninum vera so mikið góð, at feløgini vilja átaka sær at bora enn ein brunn her. At avgerð ikki er tikin um, á hvørjum loyvisøki brunnurin skal borast, kann harafturat takast sum jaligt tekin um, at fleiri góðir møguleikar eru at velja millum.
 
At vit innan fyri ein lítlan mánað hava fingið avtalur um tveir brunnar, fer vónandi at økja um ansin, eisini millum onnur oljufeløg, fyri møguleikunum á føroyska land-grunninum. Vit hava nú tríggjar brunnar fyri framman, har Eni í vár fer at bora tann fyrsta á loyvi 005.
 
Umframt at hetta er eitt jaligt stig á leiðini móti at finna kolvetni, er hetta ivaleyst eisini gott fyri tann partin av føroyskari vinnu, ið veitir vørur og tænastur til oljuvinnuna. Eg vóni og vænti, at leitivirksemið eisini fer at kasta av sær til tær vinnurnar.”