14.05.2009 · Umhvørvismálaráðið
Endurtrygging til føroyskar útflutningsfyritøkur er nú eisini virkin fyri 19 ES og OECD lond
Sum var fevndi endurtryggingarskipanin hjá Eksport Kredit Fonden um 88 lond uttan fyri OECD.
Nú fáa føroyskar útflutningsfyritøkur eisini atgongd til endurtrygging fyri hesi ES og OECD londini:
Bulgaria, Canada, Cypern, Grikkaland, Írland, Ísland, Italia, Letland, Litava, Malta, Pólland, Portugal, Rumenia, Schweiz, Slovakia, Spania, Stórabretland, Ungarn og USA.
Fyritøkur, ið vilja søkja um útflutningskreditt ella endurtrygging, fáa fleiri upplýsingar og umsóknarbløð á heimasíðuni hjá Eksport Kredit Fonden, ið eitur www.ekf.dk.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Vinnumálaráðið, tlf. 306600.