Vinnumálaráðið og Ognarfelagið Lív (felagið av tryggingartakarunum í Lívstryggingini) eru vorðin samd um, hvussu einskiljingin av Føroya Lívstrygging skal verða skipað.
Einskiljingarnevndin hevur góðkent ætlanina, ið miðar eftir, at Føroya Lívstrygging verður endaliga einskild í hesum árinum.
Farið verður nú undir endaligu fyrireikingarnar, útbjóðing og sølu, so Føroya Lívstrygging verður leyst av ognarskapi landsins við árslok.
Kunnandi tíðindafundur um einskiljingina og tilgongdina annars verður í Sjó- og Vektarbúðini fríggjamorgun, 20. august 2010, kl. 8,30.