12.02.2015 · Umhvørvismálaráðið

Eingin semja í frágreiðing um ognarskap og bygnað á elorkuøkinum

Eingin semja í frágreiðing um ognarskap og bygnað á elorkuøkinum

Landstýrismanninum í vinnumálum er í dag handað frágreiðing um ognarskap og bygnaðin á elorkuøkinum í Føroyum.

Umboð frá Jarðfeingi, SEV og Vinnumálaráðnum hava mannað arbeiðsbólkin, og ein stýrisbólkur við umboðum frá Kommunufelagnum og Vinnumálaráðnum hevur havt eftirlit við arbeiðinum.

Arbeiðsbólkurin varð settur at viðgera, hvussu bygnaðurin og ognarskapurin á elorkuøkinum skal skipast framyvir. Tað var tó ikki gjørligt hjá arbeiðsbólkinum at koma til semju um felags tilmæli.

Ognarskapur av SEV

Grundleggjandi ósemjur vóru í arbeiðsbólkinum um, hvørt landið eigur at yvirtaka ognarlutin í SEV, ella um kommunur áhaldandi skulu varðveita ognarskapin. Umboðini fyri landsstýrið halda, at elveitingarøkið sum heild ikki longur er ein kommunal uppgáva, men eigur eins og í grannalondunum at verða lagt til landið. Umboðini fyri kommunurnar vístu hinvegin á, at kommunurnar í áratíggju hava røkt ognarskapin til lítar og megnað at bygt upp eina vælvirkandi og framkomna elveiting.

Arbeiðsbólkurin var tó samdur um, at um landið skal yvirtaka ognskapin við SEV, so kann hetta einans lata seg gera við semju millum land og kommunur.

Sundurskiljing av neti og framleiðslu

Arbeiðsbólkurin var heldur ikki samdur um, hvørt bygnaðurin í SEV skal broytast fyri at bøta um møguleikan fyri kapping á elorkuøkinum. Umboðini fyri landið meta, at net og framleiðsla helst skulu skiljast sundur, men av tí at hetta er so víðfevnt stig, verður í fyrsta lagi mælt til at gera greitt deildarbýti millum framleiðslu og net.

Umboðini fyri kommunurnar halda ikki, at nøktandi grundgevingar eru fyri eini sundurskiljing, ið er sera trupul og dýr at fremja í verki.

Virkisførið hjá SEV

Umboðini fyri landsstýrið vísa m.a. á, at tað er skeivt, at aðalfundurin er hjá SEV mannaður av kommunalpolitikarum, sum avgera íløguætlan og prísáseting, tí at hetta brýtur við siðvenju um góða leiðslu og avmarkar virkisførið hjá nevndini, umframt at tað kann hava við sær, at óheppin atlit ávirka íløgur í elorkuskipanina. Tey mæltu tí til, at SEV verður skipað í partafelagslíknandi form. Somuleiðis meta umboðini fyri landsstýrið, at nevndin í SEV eigur at verða mannað av fólki við førleikum at sparra og hava eftirlit við leiðsluni í felagnum, og ikki av kommunustýrislimum, sum eru valdir eftir eina politiska telving.

Umboðini fyri kommunurnar ynsktu ikki at gera viðmerkingar til hesi viðurskifti, tí at SEV viðger í løtuni uppskot frá Tórshavnar Kommunu um at fáa serfrøði í nevndina hjá SEV.

Aðalorðaskifti

”Tað er sjálvandi óheppið, at semja ikki kundi fáast í um tilmæli, men hatta var kanska væntandi”, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Eg fegnist tó um, at tey ymisku sjónarmiðini eru lýst og at vit kunnu taka hesi við í víðari viðgerðini. Ætlanin er nú, at tað frá politiskari síðu verður støða tikin til hesi viðurskifti við komandi aðalorðaskifti um elorkuøkið.

”Í seinastuni hevur eitt kjak tikið seg upp í politisku skipanini, um kapping yvirhøvur ber til á føroyska elmarknaðinum. Arbeiðsbólkurin hevur tó ikki havt til uppgávu at viðgera hendan spurning, tí at elveitingarlógin hevur hetta sum aðalmál. Hendan spurning vil eg hava, at politiska skipanin tekur støðu til á einum aðalorðaskifti”, sigur Johan Dahl.

Frágreiðingin er at finna her

Fylgiskjølini eru at finna her

Meira kunning kann fáast við at venda sær til skrivaran í arbeiðsbólkinum, Pól Egholm á 556076 ella pole@vmr.fo.