03.02.2016 · Umhvørvismálaráðið

Ein nýskipan av norðurlendska samstarvinum eigur eisini at viðgera spurningin um føroyskan limaskap

Ein nýskipan av norðurlendska samstarvinum eigur eisini at viðgera spurningin um føroyskan limaskap

Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum var í dag á norðurlendskum samstarvsráðharrafundi í Helsinki í Finnlandi.

Á dagsskránni var millum annað framhald av arbeiðinum við at nýskipa bygnaðin í Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Landsstýrismaðurin vísti millum annað á, at tað ber ikki til at nýskipa norðurlendska samstarvið uttan samstundis at viðgera týðandi spurningin um formligu støðuna hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi.

Føroyar hava í nógv ár ynskt at gerast ein sjálvstøðugur partur í norðurlendska samstarvinum, við teimum skyldum og rættindum hetta inniber.

Landsstýrismaðurin segði eisini á fundinum, at í norðurlendska samstarvinum eiga Føroyar í framtíðini eiga at luttaka sum ein javnbjóðis partur í samstarvinum, tí verandi karmar eru als ikki nøktandi fyri Føroyar.

Kunnað varð um, at Føroya nú fara at samskifta við hvørt landið sær um ætlanina, og síðani er ætlanin at formlig umsókn um fullgildigan limaskap verður send seinni í ár.

Niðurstøðan á fundinum var, at støðan hjá Føroyum, Grønlandi og Álandi verður viðgjørt ítøkiliga í sambandi við nýskipanina, tá Føroyar hava sent formligu umsóknina.

Onnur punkt á skránni vóru marknaforðingar, norðurlendskt samstarv um talgilding, flóttafólk og integratión, tættari norðurlendskt samstarv við Kina, Børn og ung í Norðurlondum og politiskar raðfestingar í mun til Arktis.

Landsstýrismaðurin verður aftur í Føroyum 4. februar.