22.12.2015 · Umhvørvismálaráðið

Ein maritim strategi skal tryggja, at góða gongdin í sjóvinnuni kann halda fram

Ein maritim strategi skal tryggja, at góða gongdin í sjóvinnuni kann halda fram

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera uppskot til eina maritima strategi fyri Føroyar.

Í 2008 varð lóggávan viðvíkjandi Føroya Altjóða Skipaskrá (FAS) broytt til tess at skapa karmar fyri, at ein sjóvinna saman við avleiddum virksemi, kundi vaksa fram í Føroyum. Síðani tá er talið av skipum í FAS økt úr uml. 30 skipum í 2009 til 90 skip í 2015. Hetta hevur havt við sær eina munandi øking í talinum av sjófólkum, ið arbeiða hjá føroyskum arbeiðsgevarum, og av størvum á landi tengt at hesi vinnu, herundir reiðarívirksemi, skeiðsvirksemi, trygging og fígging.

- Áheitan er komin frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip um at gera eina greiða ætlan fyri maritima økið, so góða gongdin kann halda fram, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Sjóvinnan virka á einum altjóða marknaði, og tí er avgerandi, at føroyska vinnan er kappingarfør. Umráðandi er tí, at Føroyar liva upp til altjóða sáttmálar og lóggávu á økinum, og at óneyðugar byrðar ikki verða lagdar á vinnuna. Í dag nema nógv sjófólk sær útbúgving í Føroyum, og ein hópur av skeiðum til sjóvinnuna verða bjóðað út. Tí er útbúgvingartilboð til sjóvinnuna eisini eitt upplagt evni at viðgera.

Umboð fyri avvarðandi myndugleikar og vinnuna fara at manna arbeiðsbólkin, ið fer til verka fyrst í komandi árið.