15.06.2016 · Umhvørvismálaráðið

Eigarpolitikkur sendur til hoyringar

Embætisbólkur hevur gjørt uppskot til eigarapolitikk landsins

Uppskotið fevnir um partafeløg og onnur líknandi vinnufeløg, sum landið eigur, og sum eru uttan fyri fíggjarlógina og ta vanligu landsfyrisitingina.

Eigarapolitikkurin hevur við sær, at tað verða greiðar leiðreglur fyri

  • Hvussu avvarðandi landsstýrismaður skal útinna eigaraleiklutin í vinnufeløgum landsins
  • Samspælið millum avvarðandi landsstýrismann og leiðsluna í vinnufeløgunum
  • Hvussu nevnd og stjórn skulu útinna leiðsluleiklutin í feløgunum

Harumframt er gjørt uppskot um at seta í gildi serligar lógarreglur í vinnufelagalógini og ársroknskaparlógini um landspartafeløg (partafeløg, sum landið hevur ræðið á). Hesar reglur hava við sær krøv um størri opinleika og gjøgnumskygni við m.a. tí endamáli, at almenningurin skal hava betri møguleika at fylgja við í viðurskiftunum og gongdini í landspartafeløgum.

Landsstýrið leggur tíðliga í heyst frágreiðing fyri Løgtingið um landsins vinnufeløg.

Hoyringsskriv

Uppskot til eigarapolitikk landsins

Uppskot um landspartafeløg