Spurningurin um at selja ein størri part av partabrøvunum hjá landinum í Atlantic Airways ella alternativt, at landið keypir aftur partabrøvini, sum seld vórðu privatu partaeigarunum á sinni, hevur fleiri ferðir verið viðgjørdur í landsstýrinum, uttan at komið er til nakra niðurstøðu.
Málið varð umrøtt stutt á veljarafundi í Suðuroy í gjár. Til tess at nágreina málið skal undirritaði upplýsa, at landsstýrið hevur tikið undir við, at landsstýrismaðurin í vinnu- og fiskivinnumálum kannar, hvussu eitt afturkeyp av partabrøvum hjá privatum kann fara fram. Hetta fyri at tilgongdin skal vera trygg og skipað.
Ongin ivi skal vera um hetta mál, og tí er týðandi at undirstrika, at endalig avgerð um at afturkeypa privatu partabrøvini er ikki tikin enn. Fyrst skal tilgongdin fastleggjast, og tað arbeiðið er byrjað. Málið er at fáa eina loysn, ið er til fyrimuns fyri partaeigararnar og fyri brúkararnar, sum í dag gjalda høgar kostnaðir fyri at ferðast loftvegis millum Føroyar og útheimin.

Johan Dahl
landsstýrismaður