Í vikuni hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum hitt teir norðurlensku ráðharrarnar, sum varða av javnstøðumálum. Á árliga fundinum varð tosað um viðkomandi viðurskifti í javnstøðuarbeiðinum í teim ymsu londunum.
Alt ov ofta verður javnstøðu viðgjørt sum eitt mál, sum kvinnur skulu taka sær av. Hetta skal broytast, vóru ráðharrarnar samdir um. Javnstøða skal nevniliga ikki síggjast sum ein “kvinnuverkætlan”. Menn og dreingir skulu eggjast til at taka lut í javnstøðuarbeiðinum og -kjakinum. Hetta tí, at javnstøða er ein samfelagsavbjóðing, sum er fyri øll.
Við javnstøðu verður samfelagstilfeingið gagnnýtt sum best. Hetta merkir eitt nú, at tá ung velja útbúgving ella yrkisleið, at tey hava eina breiða viftu at velja í og ikki einans helvtina – t.e. tann helvtin, sum verður mett at passa til teirra kyn.
Á fundinum var tí semja um, at ein partur av samstarvsætlanini hjá norðurlondunum í sambandi við javnstøðu skal seta sjóneykuna á, hvussu menn sum kyn síggja upp á javnstøðu, umframt at onnur evni eisini verða viðgjørd so sum kynsbýtti arbeiðsmarknaðurin og ung og útbúgving.