Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, letur nú felagnum DONG E & P Føroyar P/F tvey leitiloyvi á økjum í ein landssynning úr Føroyum
- Týdningurin av støðugari oljuleiting á føroyska landgrunninum kann ikki yvirmetast og tí er tað við stórari gleði, at eg sum landsstýrismaður í vinnumálum kann lata upp fyri nýggjari oljuleiting á føroyskum øki, suðuri í sonevnda Gullhorninum.
Hetta sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú felagið DONG E & P Føroyar P/F fær tvey leitiloyvi, sum m.a. fevnir um Marjun-øki í ein landssynning úr Føroyum.
- Føroyar eru sum heild væl fyrireikaðar til eina komandi oljuvinnu inni á okkara øki, og tí fara vit at fylgja arbeiðinum hjá DONG við áhuga, sigur landsstýrismaðurin.
Tvey loyvi í 7 ár
DONG fær loyvi at leita eftir olju á tveimum økjum við Marjun-brunnin, ið varð boraður fyri 12 árum síðani.
Økini eru býtt sundur í Marjun-leiðina, ið er uml. 75 km2 til víddar, og eitt annað øki nærhendis, har víddin er uml. 830 km2. Samlaða loyvistíðin fyri bæði loyvi er upp í 7 ár.
Nýggj tøkni skapar nýggjan áhuga
Marjun-brunnurin var í sínari tíð áhugaverdur, tí kolvetnisberandi fláir vórðu funnar. Avbjóðingar vístu seg tó at vera við fundinum, og táverandi loyvishavarar lótu loyvið inn aftur.
Tøkni, kanningarmøguleikar og vitan eru tó ment nógv seinnu árini, og nú vísa nýggjar metingar, at sonevnda gjøgnumstreymingin er hægri enn upprunaliga hildið.
Hetta hevur týdning fyri møguleikan at fáa olju upp úr undirgrundini og eisini týdning fyri, hvørt tað loysir seg at fara eftir henni.
DONG hevur royndir og vitan
Frá fyrsta degi, at latið varð upp fyri oljuleiting á Føroyaleiðini, hevur DONG verið við. Felagið hevur tí drúgvar royndir og nógva vitan um økið.
DONG er bæði loyvishavari og fyristøðufelag hetlendsku megin markið, har viðurskiftini líkjast teimum á okkara leiðum. Tí hevur felagið fullan førleika til eisini at vera fyristøðufelag føroysku megin markið.
Brúkar Open Door-skipanina
Kolvetnislógin varð broytt í 2010, so feløg kunnu søkja um leitiloyvi í økjum, sum áður hava verið í útbjóðing. Hetta er sonevnda Open Door-skipanin.
Áðrenn leitiloyvi kunnu latast eftir hesi skipan, skal hava verið kunnað alment um, at umsókn er komin inn. Hevur onki annað felag innan tríggjar mánaðir søkt um sama loyvi, kann landsstýrismaðurin lata umsøkjandi felagnum leitiloyvi, um tað lýkur formligu treytirnar fyri at vera loyvishavari og er sinnað at átaka sær nøktandi jarðfrøðiligar arbeiðsskyldur.
Henda mannagongd er brúkt á fyrsta sinni, nú DONG hevur fingið síni nýggju leitiloyvi.