Nevndin hevur til uppgávu at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar.
Demokratia - nevndin fyri øktum kvinnuligum leikluti í politikki - er nú mannað av nýggjum.
Í nevndini eru eitt umboð fyri hvønn flokk á Løgtingi, eitt umboð fyri Føroya Kommunufelag, eitt umboð fyri Kommunusamskipan Føroya, eitt umboð fyri Kvinnufelagasamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Varalimir verða valdir fyri allar limir. Nýggja nevndin skipar seg sjálv á fyrsta fundinum.
Tey, ið manna nevndina, eru: Oluffa Joensen, Mirjam Michelsen, Inga Dahl, Sólfríð Fjalsbak, Hans J. Hermansen, Annika Sølvará, Eyðun Christiansen, Steinbjørn O. Jacobsen og Kristianna Winther Poulsen.
Demokratia hevur felags skrivstovuhald við Javnstøðunevndina.
Nevndin hevur til uppgávu at skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar.
“Ein fyritreyt fyri, at okkara land skal standa í heiminum í dag er, at vit brúka allar kreftir - tað samlaða tilfeingið - í fólkinum. Á løgtingsvalinum í januar sóu vit eitt heilt greitt úrslit av arbeiðinum hjá Demokratiu. Næsta avbjóðingin er kommunuvalið í heyst, og fari eg at ynskja Demokratiu góða eydnu við komandi átøkunum”, sigur Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum.
Meira fæst at vita við at venda sær til Vinnumálaráðið 356060.