25.09.2014 · Umhvørvismálaráðið

Deil Føroyar hósdagin 25. september frá kl. 13.00

Hósdagin tann 25. september kl. 13 útgevur Visit Faroe Islands ein nýggjan vetrarfilm á sosialu miðlunum.

Hugskotið er, at allir føroyingar í felag deila filmin á og vísa heiminum, hvat okkara land hevur at bjóða – eisini um veturin.

Eg haldi at hetta er eitt spennandi átak fyri okkara land, og eg vil eggja til, at allar fyritøkur geva starvsfólkunum møguleika at taka lut hósdagin frá kl. 13.00.

Lat okkum øll í felag taka eitt hál fyri føroysku ferðavinnuna.

Meira kunning er at síggja á:

www.visitfaroeislands.com/share

Vinalig heilsan

Johan Dahl
landsstýrismaður