100 donsk sendifólk hava í kvøld verið til móttøku á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.
Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og , Vivian Motzfeldt, grønlendskur uttanríkisráðharri vóru samvertir fyri móttøkuni. Endamálið var at kunna donsku sendifólkini um, hvat rørir seg í føroyska og grønlendska samfelagnum, í politiska landslagnum og á vinnuliga økinum.
Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, kunnaði um føroysku alivinnuna, sum stendur fyri helvtini av samlaða útflutninginum úr Føroyum. Hann kom millum annað inn á dygdina á føroyskum laksi, sum er eftirspurdur um allan heim.
”At donsku sendifólkini eru væl kunnað um Føroyar, eru avgerandi fyri felags fatanina um, at har vit ikki hava sendistovur, eru tørvur á góðum samstarvi við Uttanríkis- og vinnumálaráðið fyri millum annað at vinna Føroyum kappingarførar treytir í teimum londum, har vit ikki sjálvi ikki eru umboðað,” sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.
Fyrr í dag hitti landstýrismaðurin eisini danska uttanríkisráðharran Anders Samuelsen. Teir umrøddu millum annað tørvin á at broyta uttanríkispolitisku lógina, so Føroyar fáa víðari uttanríkispolitiskar heimildir og Poul Michelsen greiddi eisini frá tørvinum hjá Føroyar at fáa betri inn í trygdar- og verjupolitisk viðurskifti.