17.06.2014 · Umhvørvismálaráðið

Dagførd floghavn skal nú standa sína roynd

Tað er ein greiður forvæntningur, at nýggju umstøðurnar fyri flúgving upp á Føroyar, í seinasta enda skulu bera í sær bíligari flogferðir til føroyingar og føroyskar fyritøkur, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú samlaða útbyggingin av Vága Floghavn er komin á mál

Seinnapartin í dag millum kl. 14.00 og 14.30 fer landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, vegna Føroya landsstýri at lata upp nýggju farstøðina og umsitingarbygningin við flogvøllin í Vágum.

Harvið verður eisini tann samlaða dagførda Vága Floghavn alment tikin í nýtslu.

- Flogferðslan er ein lívæðr og treyt fyri vøkstri og menning í Føroyum frameftir. Ikki minst ferðavinnan, sum vit vænta okkum nógv av í arbeiðsplássum og inntøkum, hevur brúk fyri lættari og smidligari flogferðslu og góðum umstøðum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður.

Hann leggur stóran dent á, at hóast dagføringin av floghavnini bæði snýr seg um betri trygd, øktan regularitet og skal skunda undir kapping í flogvinnuni, so er ein onnur yvirskipað og ómetaliga týðandi orsøk til, at floghavnin er dagførd.

- Tað er ein greiður forvæntningur, at nýggju umstøðurnar fyri flúgving upp á Føroyar, í seinasta enda skulu bera í sær bíligari flogferðir til føroyingar og føroyskar fyritøkur.

- Føroyski brúkarin vil, at allir aktørar, sum kunnu medvirka til, at flogferðirnar gerast bíligari, agera hareftir, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl.