Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum Ingilín D. Strøm, hevur sent uppskot til hoyringar um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn, sum Bústaðir virkar eftir.
Uppskotið snýr seg um at taka burtur kravið í lógini um, at Bústaðir skal samstarva við privatar íleggjarar um bústaðaverkætlanir.
Við kravinum um, at Bústaðir skal samstarva við privatar íleggjarar um bústaðabygging, fylgir eisini eitt krav um, at Bústaðir skal virka eftir somu treytum, sum privatu íleggjararnir, sum m.a. merkir, at Bústaðir skal rokna sær vinnuligt avkast av bústaðaverkætlanum.
- Sitandi samgonga heldur, at endamálið við Bústøðum er hjálpa um bústaðaneyðina og ikki at skapa fíggjarligan vinning. Uppgávan hjá Bústøðum eigur at vera, at fáa góðar bústaðir til vega skjótt og fyri so lága húsaleigu, sum til ber. Tí ætla vit at strika hetta kravið í lógini, sigur Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna.
Kravið í lógini, sum sambært uppskotinum verður tikið burtur, ber í sær, at húsaleigan verður hægri, enn um Bústaðir byggja einsamøll, tí vinningur skal leggjast omaná vanliga fíggjar- og rakstrarkostnaðin fyri bústaðirnar.
Lógarbroytingin samsvarar við ynski frá stýrinum fyri Bústaðir, um at fáa fríari ræsur at arbeiða. Eisini hevur stýrið víst á, at kravið um samstarv gevur Bústøðum eina veika samráðingarstøðu mótvegis privatum íleggjarum, tí íleggjararnir vita, at Bústaðir skal gera eina avtalu við privat. Kravið ber somuleiðis í sær, at Bústaðir skal brúka orku uppá at finna og samráðast við áhugaðar íleggjarar, og tað hevur víst seg, at slíkir ikki altíð eru so lættir at finna, serliga ikki uttanfyri miðstaðarøki.
Við lógarbroytingini kann Bústaðir frítt velja, um ein verkætlan skal fremjast saman við privatum íleggjarum ella ikki, alt eftir hvat gevur besta úrslit út frá eini heildarmeting um skjótleika, góðsku og prís.
- Samanumtikið hevur uppskotið til endamáls at betra møguleikarnar hjá Bústøðum til at virka sum tað bústaðapolitiska amboðið, ið Bústaðir upprunaliga var ætlaður at vera, sigur landsstýriskvinnan at enda.
Uppskotið kann lesast á heimasíðuni hjá Umhvørvismálaráðnum, og freistin at gera viðmerkingar er sett til 14. mars.