Allir føroyingar hava longu umvegis elrokningina goldið eina ferð fyri góða arbeiðið og virksemið í SEV, og tí er púra óhugsandi, at vit øll skulu noyðast at gjalda eina ferð afturat, tá ið ræðisrætturin til SEV og tann altavgerandi elveitingin, fyrr ella seinni, má flytast landinum
Tey, sum sóu kjakið í Kringvarpi Føroya týskvøldið, eru helst á einum máli um, at tað var óheppið, at sendingin endaði sum ein heldur óskipaður orðadráttur um, hvør ið skal eiga SEV. Hetta átti ikki at verið endamálið.
Heldur skuldi kjakið snúð seg um avbjóðingarnar av bygnaðinum í SEV, sum serfrøðingabólkurin vísir á í frágreiðingini, sum landsstýrið og kommunufelagið fingu handaða fyri kortum.
Har eru veruligir trupulleikar, sum land og kommunur mugu loysa í felag. At flyta SEV-ognarskapin frá kommunum til landið er ein leistur til loysn av trupulleikum, ið mugu takast í álvara.
Borgarar flest høvdu kanska trupult við at skilja sakligu grundgevingarnar fyri sjónarmiðunum hjá serfrøðini um, at ognarluturin til SEV natúrliga eigur av verða fluttur landinum at reka.
Tí vil eg nýta høvið at geva Heðini Mortensen, formanni í Kommunufelagnum, eitt aftursvar til tað, ið hann førir fram í lesarabrævi. Samstundis vóni eg at kunna greiða føroyskum borgarum frá sjónarmiðunum hjá serfrøðini.
Eg vil halda meg til innihaldið og ikki dyrka persónsálop og brigsl, so sum lesarabrævið hjá kommunufelagsformanninum er merkt av.
Elveiting er ein landspolitisk uppgáva
Hetta, at kommunur eiga elveitingarfyritøkur, er leivd frá eini farnari tíð, sum grannalondini av góðum grundum eru farin frá. Prinsipielt eiga vit í Føroyum at gera tað sama, og í stuttum vil eg grundgeva fyri hesum sjónarmiði.
Landið og landsins evstu stovnar, t.e. løgting og landsstýri, hava ábyrgdina av samfelagsins grundleggjandi undirstøðukervi. Heruppií er elveiting, sum er eitt altavgerandi øki samfelagsliga. Onnur slík øki eru telefoni og ferðasambandið millum Føroyar og umheimin. Elveiting er sjálvt samfelagsins hjarta og tí eisini ein náttúrlig uppgáva hjá landsmyndugleikum at varða av.
Kommunur eru hinvegin ætlaðar til at loysa uppgávur lokalt. Teir mongu og dugnaligu politikararnir í føroyskum kommunum eru valdir til at taka sær av og hava ábyrgdina av uppgávum, har ið avgerðirnar náttúrliga skulu takast nær hjá borgarunum.
Barnaansing og eldraøkið eru dømi um stórar og umráðandi uppgávur, sum náttúrliga og best liggja hjá kommunum.
Hinvegin er elveiting ikki longur ein náttúrlig lokal uppgáva. Tað var hon helst fyri seksti árum síðani, men í nútímans samfelagnum, sum allan sóllarringin er óloysiliga knýtt at tryggari elveiting, er veitingin av el náttúrliga ein landsuppgáva. Hetta síggja tey flestu.
Í Føroyum er so at siga bert ein fyritøka, SEV, sum framleiðir og veitir el til alt landið. Fyritøkan er einaráðandi á framleiðslu- og netøkinum. SEV hevur monopol á einum virkisøki, har tað eru grundleggjandi áhugamál hjá Føroya landi, sum eiga at stýra menning og útbygging – ikki atlit í einum kommunalum samanheingi.
Eløkið er tí natúrliga ein landsuppgáva, har ið yvirskipað tjóðar- og samfelagsbúskaparlig atlit eru avgerandi fyri útbyggingarætlanir og politisk átøk.
Av tí sama mugu løgting og landsstýrið eisini hava munandi og avgerandi ávirkan á virksemið hjá SEV, annaðhvørt við munadyggari lógarregulering, ella við at ræðisrætturin til fyritøkuna verður fluttur landinum.
Tað er ikki av tilvild ella til stuttleika, at netvirksemið er ein landsuppgáva í øllum okkara grannalondum. Í Íslandi hava tey statsfyritøkuna Landsnet, í Noregi er Statnett, og í Danmark er Energinet.
Um tað ikki verður hildið at vera skilagott í einum lítlum samfelag sum Føroyum at sundurskilja net og framleiðslu, má umhugsast, um landið, umframt at yvirtaka netið eisini at skal yvirtaka framleiðsluvirksemið hjá SEV.
Alternativt eigur landið at lóggeva neyvari um bygnað og virksemi hjá elmonopolinum.
Endamálið við at yvirtaka ella í øðrum lagi at lóggeva neyvari, er sostatt at tryggja, at landið til eina og hvørja tíð røkir tey grundleggjandi samfelagsáhugamál, ið landið – ikki kommunur - hevur ábyrgdina av.
Trupulleikar við bygnaðinum í SEV
Seinastu árini eru land og kommunur í roynd og veru farin at samstarva meir og betur innan elorkuøkið enn áður. Tað er rætt og neyðugt.
Ein av grundunum til, at spurningurin um at flyta landinum SEV tók seg upp, var, at SEV var eitt “lukkað kongaríki”. Tað tyktist sum eingin framdrift var. Sjálvt Tórshavnar kommuna hevði trupult við at fáa innlit í virksemið hjá SEV, og upp aftur verri var at fáa ávirkan á leiðsluna í SEV.
SEV stýrdi afturhaldsliga, meðan landið vildi eina framsøkna útbygging av varandi og grønum orkukeldum.
Tað er til heiðurs fyri SEV og kommunur, at tey nú hava tikið hugsanirnar hjá landinum til sín og hava torað at satsað upp á varandi orkukeldur. Men tað tók langa tíð. Ov langa tíð.
Kommunurnar skulu eisini hava rós fyri at hava røkt landsuppgávuna at veita Føroyum el. Við elveitingarlógini frá 2007, sum regulerar økið, er leikluturin hjá kommununum tó nógv avmarkaður.
Til dømis veðhalda kommunur ikki longur fyri SEV. Hetta ber í sær, at rentubyrðan økist, og hetta gjalda føroyingar umvegis el-rokningina. Um landið hevði ræðisrættin, fekk SEV munandi bíligari lán, og tað hevði komið brúkaranum – okkum øllum – til góðar í árligum milliónasparingum.
Landið hevur áhuga í, at leiðslan av felagnum liggur hjá nevnd og stjórn, og at leiðslan er kompetent og professionell. Soleiðis er ikki í dag. Nevndin verður ikki vald eftir førleikum, men eftir politisku styrkini hjá ymsu flokkunum í kommunustýrinum, og aðalfundurin leggur seg út í leiðslu av felagnum við kravið um, at aðalfundurin skal góðkenna fíggjarætlanina.
Føroyingar – ikki kommunukassar – eiga SEV
Allir føroyingar eiga SEV, sum er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har allur vinningur, sum fæst burtur úr elsøluni, verður nýttur til framtíðar útbyggingar av elkervinum, bæði fyri at dagføra og framtíðartryggja elveitingarkervið til alsamt vaksandi orkutørvin.
Á tann hátt kemur vinningurin øllum Føroya fólki at gagni.
Hetta skal sjálvandi varðveitast, eftir at SEV er flutt yvir í lands-regi. Landið ætlar sær ongan vinning úr SEV, sum altíð skal vera ein non-profit fyritøka, har allur vinningur kemur brúkaranum – okkum øllum – til góðar. Ábyrgd og avgerðarrættur skulu fylgjast, og skeivleikar í verandi bygnaði mugu rættast.
Øll tey virði, sum SEV hevur bygt upp, eiga brúkararnir.
Kommunukassarnir eiga ongan lut í eginognini hjá SEV.
Eg skilji væl, at kommunur tevja krónur og oyru í milliardaklassanum, tá landið sigur, at hendan myndugleika-uppgáva eigur at flytast landinum. Nógvir kommunukassar standa jú tíverri tómir, av ymsum orsøkum. Men fyri tað skulu eingir pengar liggja ímillum, fyri at landið skal kunna yvirtaka elrakstur. Føroya fólk hevur longu goldið eina ferð fyri SEV. Tað eru ikki kommunukassarnir, sum eiga SEV. Tað gera Føroya fólk og elbrúkararnir, ið hava goldið el-rokningina seinastu 65 árini. Føroyingar hava bygt upp og eiga øll aktiv í felagnum – ikki kassar hjá kommununum.
Hetta er eisini løgfrøðiliga metingin.
Kommunurnar eiga einans endurgjald fyri sítt upprunaliga innskot í felagið. Við dagsins prísum er innskotið vert uml. 90 mió.kr. Meira eiga kommunukassarnir sjálvandi ikki í SEV, sum sera hóskandi nýtir slagorðið: “SEV er fólksins ogn”.
Serfrøðingarnir siga, at spurningurin einans kann loysast við semju millum kommunur og landið. Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, tykist tó ikki at vera sinnaður at finna eina semja ella at gera tey átøk, sum eru neyðug fyri at tryggja virkisførið í leiðsluni í SEV.
Bara tað riggar, so gongur tað nokk
Afturat tí, ið eg havi nevnt frammanfyri, vil eg siga, at orðaskiftið um ognarskapin av SEV í mínum hugaheimi ikki er mest týðandi spurningurin í elorku-samanheingi.
Seinastu árini hevur SEV broytt seg og er blivið meira framsøkið. Fyritøkan sýnist at vera vælvirkandi á ymsan hátt. Týðandi avbjóðingar verða kortini ikki loystar.
Um kommunurnar høvdu rættað uppløgdu vansarnar – og t.d. valt nevnd eftir førleikum og tryggjað, at leikluturin hjá aðalfundinum var í tráð við góðan virkissið – so kundi avgerðarrætturin hjá landinum yvir elorkuøkinum kanska verið tryggjaður við samstarvi og lógarbroyting heldur enn við yvirtøku av SEV.
Um SEV hevði virkað á nøktandi hátt og í samráð við landsstýrið framt orkupolitikk landsins, so hevði tað havt minni týdning, um tað eru kommunur ella landið, ið eiga SEV vegna landsins borgarar.
Tað vísir seg tó, at kommunustýrislimir hava ilt við at broyta skipanina. Ein sessur í SEV er jú eitt gott ískoyti til lønina, og slíkt ger kommunalpolitisku telvingina lættari eftir eitt kommunuval.
Hetta eru viðurskifti, ið eru so umráðandi, at um kommunurnar ikki nú og sjálvar loysa trupulleikan, so er næsti leikurin at lóggeva viðurskiftini í rætt lag.
Johan Dahl
landsstýrismaður í vinnumálum