Burðardygg hvalaveiða samsvarar fult og heilt við ST-heimsmálini um burðadygga menning
Hetta segði Poul Michelsen, landsstýrismaður, tá hann í morgun setti 27. ársfundin hjá NAMMCO, ið er samstarv um vernd, umsiting og gransking av havsúgdjórum í Norðuratlantshavinum
Føroyar leggja stóran dent á at taka virknan lut í umsitingini av veiðu í norðurhøvum, har júst NAMMCO hevur serliga stóran týdning.
NAMMCO er einasta altjóða samstarvið um vernd og umsiting av øllum havsúgdjórum, eisini kópi og smáum hvalasløgum sum grind, ið vit hava veitt í øldir.
Sannlíkindini fyri, at samstarv um felags tilfeingið í sjónum ber á mál, er nógv størri í økissamstarvi heldur enn í alheimsfelagsskapum.
Limalondini í NAMMCO eru samd um, at hvalur og kópur eru tilfeingi, ið kann og eigur at verða gagnnýtt burðardygt til frama fyri okkara fólk og búskap.
Samstarvið í NAMMCO lýkur treytirnar fyri ST-havrættin, ið ásetir, at lond skulu samstarva gjøgnum hóskandi altjóða felagsskapir. Og burðadygg kópa- og hvalaveiða eru til fulnar í samsvari við 14. ST-heimsmálið, ið er at “Varðveita og á burðardyggan hátt brúka høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðadygg menning”.
“Felags mál okkara er at tryggja, at okkara gagnnýtsla av hvali og kópi er burðardygg. Okkum tørvar ikki at gera óneyðugan skilnað millum handilsligt og ikki-handilsligt virksemi; vit skulu bara grunda okkara avgerðir á ta bestu granskingargrundaðu ráðgevingina, sum er tøk”, segði Poul Michelsen og greiddi síðani frá, hvussu føroyska grindaveiðan, ið nærum als ikki er handilslig, gjøgnum øldir er ment til at vera ein rótgrógvin partur av føroyskari matmentan. Tó virða vit eisini rættin hjá øðrum at veiða og selja havsúgdjór, eisini á altjóða marknaðum.
Hinvegin hevur Altjóða Hvalaveiðunevndin IWC í nærum fjøruti ár ikki megnað at semjast um at umsita hval sum eitt tilfeingi, og tí er enn altjóða bann fyri handilsligari hvalaveiðu. Hetta er tí, at nógv IWC limalond ikki meta hval sum eitt tilfeingi og forða fyri burðadyggari veiðu. Við hesum rokna tey als ikki hval við í ST-heimsmálini fyri burðadygga menning og skúgva til viks rættindini hjá fólkum at gagnnýta sítt egna tilfeingi.
Tí skilir Føroya landsstýrið væl avgerðina hjá Japan um at fara burtur úr IWC, og vit eru fegin um, at Japan luttekur sum eygleiðari í NAMMCO. Eg eri vísur í, at nógv kann verða gjørt, so samstarvið kann gerast enn meira og betri. Eg haldi, at tíðin er komin at Føroyar skulu endurskoða sína støðu sum partur av limaskapi Danmarkar í IWC.
Vit vóna eisini, at Kanada og Russiska samveldið, sum í nógv ár hava verið eygleiðarar í NAMMCO, fara at fáa sær fullan limaskap í felagsskapinum.
á myndini eru frá vinstru: Geneviève Desportes, NAMMCO aðalskrivari, Poul Michelsen, landsstýrismaður, Amalie Jessen (Grønland), forkvinna í NAMMCO ráðnum, Kate Sanderson (sendileiðari fyri Føroyar í NAMMCO ráðnum).
Røðan kann lesast í heilum líki á enskum her