Í gjár vóru landsstýriskvinnurnar Ingilín D. Strøm, ið varar av bústaðarmálum, og Sirið Stenberg, ið varar av almannamálum, og vitjaðu nýggja búfelagsskapin í Blómubrekku. Tað er almenna bústaðarfelagið Bústaðir, ið hevur bygt búfelagsskapin til fólk við sálarligum avbjóðingum, ið er ein av trimum byggistigum. Verkætlanin byrjaði sum eitt samstarv millum Bústaðir og felagið Sinnisbata, ið átti lendið ið bygt varð á, og í dag standa 12 íbúðir klárar til fólk at húsast í.
Almannaverkið ger av hvørjum stendur í boði at flyta inn.
Tær báðar landsstýriskvinnurnar gleðast um væleydnaðu verkætlanina millum Sinnisbata, Bústaðir og Almannaverkið, og siga, at tað er av alstórum týdningi, at fólk fáa ein bústað, ið hóskar til teirra tørv. Eisini stjórin í Almannaverkinum lat væl at verkætlanini og tí gagni hon verður fyri tey, sum nú kunnu flyta inn.