Røða, sum Johan Dahl, landstýrismaður í vinnumálum, helt tá SMS vann brúkaraprísin
Takk fyri Andrass. Eri sera fegin um høvi at vera við til hetta tiltakið. Brúkaraøkið er nevniliga eitt øki, sum eg meti hevur stóran týdning fyri brúkarar og marknaðin sum heild.
Nú hevur stovnurin hjá Brúkaraumboðnum virkað í eitt ár og hesa tíðina hava vit sæð, at tað veruliga er tørvur á einum brúkaraumboði. Miðlarnir hava javnan haft mál uppi at venda, sum snúgva seg um marknaðarføring og brúkaravernd. Hesi mál eru viðkomandi bæði fyri vinnulívið og fólkið annars. Tað er nú greiðari hjá fyritøkum, hvørjar spælireglurnar eru, tá hugsað verður um marknaðarføring. Harafturat kenna fólk seg aftur í kjakinum um brúkaramál í fjølmiðlunum, tí vit eru jú øll brúkarar.
Hetta er fyrsti brúkaraprísurin, sum verður latin og er tað sera jaligt, at fyritøkur, sum veruliga taka atlit til brúkaraviðurskifti fáa viðurkenning. Ein tílíkur prísur verður ikki einans givin fyri at halda seg til lógina og sýna góðan marknaðarføringssið – tað er meira enn tað. Tað snýr seg um at seta seg í støðuna hjá brúkaranum og síggja marknaðarføring, keyp og brúk frá brúkarans sjónarhorni. Við at taka støði í brúkaranum kunnu fyritøkur á besta hátt nøkta tørvin hjá brúkarum og sostatt hava nøgdari kundar.
Fyritøkur, sum taka støði í brúkaranum eru eisini tær fyritøkur, sum standa seg betur upp á longri sikt. Tí kann sigast, at brúkaraviðurskifti er eitt øki, sum bæði tænir brúkaranum, fyritøkuni og somuleiðis eisini marknaðinum.
At fáa nøgd viðskiftafólk er eitt endamál, sum førir við sær, at fyritøkan fær størri vinning. Nøgd viðskiftafólk eru tey, sum ikki einans eru nøgd við vøruna, men sum harumframt kenna seg væl viðfarnan – bæði tá talan er um brúkararættindi og tænastu. Nøgd viðskiftafólk eru nevniliga nógv meira trúgv móti fyritøkum, tey keypa frá, enn onnur viðskiftafólk. Tey keypa meira, oftari og tað eru størri sannlíkindi fyri, at tey royna aðrar vørur, sum fyritøkan selur. Harafurat viðmæla tey fyritøkurnar fyri øðrum. Og tað er nevniliga serliga tá eitthvørt ikki hevur virkað, sum tað skal, at fyritøkur fáa høvi at vísa, í hvønn mun tey eru kundaorientera.
Hetta er eisini sera umráðandi nú føroyskir brúkarar í alsamt størri mun hava atgongd til aðrar marknaðir - her verður serliga sipað til handil á alnetinum. Tað merkir, at so hvørt brúkarin hevur størri valmøguleikar hvar tey keypa, er tað alsamt meira neyðugt hjá føroyskum fyritøkum at seta brúkaran í miðdepilin.
Síðan marknaðarføringslógin varð sett í gildi og vit fingu brúkaraumboð er ljós varpað á marknaðarføring og rættindi hjá brúkarum. Tað merkir, at vit á føroyska marknaðinum eins og í øðrum londum kring okkum hava brúkarar, sum í alsamt størri mun seta krøv til fyritøkur. Hetta meti eg er gott fyri marknaðin – tí ein marknaður, sum hækkar støðið á sínum produkt- og tænastuveitingum verður meira kappingarførur, bæði á heimamarknaðinum og á altjóða marknaðinum.
Takk fyri.